JN

21-ára gamal keypt matstovuna NEST

...

2016-03-10 19:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
21-ára gamli John Sigurd Petersen úr Sandavági hevur keypt matstovuna NEST í Miðvági. Regin Bláhamar byrjaði við Pizzakjallaranum í 2008, og broytti síðani navn til NEST í 2012.

Vit vóru í dag ein túr saman við John Sigurd í NEST. John Sigurd yvirtekur NEST hósdagin 31. mars.

31. mars verða onkrar ábøtur gjørdar í sjálvum húsinum, men annars fer vanligi kundin ikki at merkja tær heilt stóru broytingarnar beinanvegin.

Nýggi eigarin av NEST sigur við JN.fo, at tað fyrstu tíðina verða nakrar ábøtur gjørdar. ??tlanin er at skipa fyri tiltøkum eitt vikuskifti um mánaðin. Umframt tað sum fæst nú, fer tað at bera til, at keypa ein kaffimunn við køku og ísi.

Sum tíðin líður, og vit fara at nærkast heystinum, fara vit at gera nakrar broytingar í hølunum og matarskránni. ??tlanin er at seta ein hálvvegg upp, soleiðis at tey, sum keypa take-away, og tey sum annars eru í NEST, ikki vita av hvørjum øðrum, sigur John Sigurd.

Vìðari sigur hann, at mátarskráin fer at verða meira breið. Eisini er ætlanin møguliga at skifta navn, tá ið vit fara at broyta matskránnað, sigur spenti komandi eigarin - John Sigurd.

Broytingin av matskránni fer at umfata víðkan við einum betri búffi tilreitt við bátachips, grønmeti og sós, fish & chips og fiska-burgara.

Tiltøkini um vikuskiftini har tað fer at verða opið  fríggja- og leygarkvøld við m.a. pub-quiz, karoke og livandi tónleiki, har møguleiki eisini verður at keypa ein flottari coctail.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder