Politikkur

2016 ??? Tá tað bleiv sexy at lova eina spillvatnsætlan

...

2016-11-07 16:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Til eitthvørt kommunalt valstríð er tað oftani okkurt heilt ávíst, sum fær mest umtalu millum borgarar. Hesaferð er tað einki undantak. Tá eg havi prátað við fólk í bygdunum og á valcaféum hesar síðstu vikurnar, hevur helmingurin nevnt spillvatnsætlanina sum eitt, ið eigur at verða gjørt meira við til komandi valskeið. Fyri meg persónliga er tað eyðsæð, at Sørvágs kommuna skal fáa hesi viðurskifti í rættlag skjótt og við skynsamari planlegging. Arbeiðið skal bjóðast út, og so ynskja vit at kunna borgaran á heimasíðuni um, tá ávís økir eru liðug.

Fyri okkum á Lista B skal tað verða tær púra greitt, at vit fara at arbeiða hart fyri, at meir ferð verður sett á spillvatnsarbeiðið í allari Sørvágs kommunu. Arbeitt hevur verði á spillvatnsleiðingina síðsta valskeið, har nøkur ávís øki vóru í miðdepli, men um vit á Lista B fáa meiriluta í morgin, kæri veljari, verður spillvatnsarbeiðið nakað, sum fer at fáa høga raðfesting.

Eg vil tí persónliga heita á teg, at fara á val í morgin og seta eitt X við Benjamin Hansen.

Gott val

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder