Vinna

20 mió. kr. minni útgoldið í lønum í januar enn í desember

...

2016-02-10 18:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Árstíðarjavnaðu lønirnar í januar vóru 689 milliónir kr, og tað eru 20 milliónir minni enn í desember. Afturgongdin er 2,9%. Bæði í november og desember vóru lønirnar góðar 700 milliónir. Men afturgongdin í januar vikar ikki ta undirliggjandi gongdina, sum trendurin vísir. Trendurin vísir framvegis ein trivaligan mánaðarligan vøkstur, eins og hann hevur gjørt seinastu tvey árini.

Í hagtalsgrunninum eru lønartølini útgreinað og dagførd.

Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder