Men Pætur lat upp munn sín og mælti: "Av sonnum skilji eg nú, at Guð ger ikki mannamun; men í einum og hvørjum fólki er tann, sum óttast hann og innir rættvísi, honum væl toknaður. Hitt orðið, hann sendi Ísraelsmonnum, tá ið hann boðaði gleðiboðskapin um frið við Jesusi Kristi, - hann er harri yvir øllum, - hitt orðið vita tit um, sum farið er út um alla Júdeu, men tók seg upp í Galileu aftan á tann dópin, sum Jóhannes prædikaði, søguna um Jesus úr Nasaret, hvussu Guð salvaði hann við heilagum anda og kraft, hann, sum gekk umkring og gjørdi væl og grøddi øll, sum vóru illa stødd av djevlinum; tí at Guð var við honum. Og vit eru vitni um alt tað, sum hann gjørdi bæði í Jødalandi og í Jerúsalem, hann, sum teir eisini tóku av lívi, við tað at teir hongdu hann á eitt træ. Hann reisti Guð upp triðja dagin og læt hann opinberast, ikki fyri øllum fólkinum, men fyri vitnunum, sum áður vóru vald út av Guði, okkum, sum ótu og drukku við honum, eftir tað at hann var risin upp frá deyðum."
Mentan
2. páskadagur
...
2020-04-13 08:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald