Ítróttur

2. lið vunnið bólkin eftir 10-0 sigur móti Giza/FCH

...

2015-04-26 00:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07-Vestur:2. lið okkara hevur í dag vunnið bólkin og harvið sess í meistarabólkinum, við 10-0 sigri á Giza/FCH. Við fullum stigatalið er plássið longu tryggja hóast ein dystur er eftir.


Liðið:Silas Eyðsteinsson; Niels Mouritsen, Wentzel Mouritsen (L), Mass Anthoniussen, Fríði S. Joensen; Jóhan Selfoss, Hanus Nielsen, Uni F. Nielsen, Per Heinason, Rói Hansen; Hørður H. Johansen.
Eyka (allir komu inn):Per Joensen, Sjúrður E. Petersen, Beinir Guttesen, Silva.

Tað tók nærum hálvan tíma áðrenn vit fingu hol á, men so raplaði korthúsið hjá gestunum, sum slett ikki hingu við.

Málskorararnir hjá okkum vóru: Jóhan (3), Hanus (2), Rói (2), Wentzel, Fríði og Silva.

Seinasti dysturin í innleiðandi bólkaspælinum verður móti MB næsta leygardag. Síðan fara teir fimm bólkavinnararnir og tríggir tvey-arar í meistarabólkin, har tvey tey fremstu liðini flyta upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder