Vit hava verið í samband við Christian Guttersen pápa Gullborg Guttesen, sum er blivin 2 ferðir DM í súkkling í vikuskiftinum.
Unglinga danmarksmeistarskapi hevur verið í vikuskiftinum. Ein Føroysk genta Gullborg Guttesen, búðsitandi í Danmark hevur verið við til hesar kappingar í U11P klassanum.
Gullborg Guttesen er dóttir Maiken Innistovu Guttesen og Christian Guttesen. Hon er 8 ára gomul og hevur súkkla í umleið eitt ár.
Súkklast skuldi einkultstart leygardag og landaveg sunnudag.
Einkultstarturin:Teinurin var 10 km og tað var fitt av vindi og nakrar brekkur vóru á rutini. Tað vóru bert 2 lutakarir, men kappingarneytin hjá Gullborg var 10 ára gomul og hevði fleiri royndir innan súkklukappingar.
Hin gentan skuldi starta og Gullborg koyrir so út 1 minut aftaná. Umleið 20 minuttir seinni síggji eg fystu gentina koma mótir málinum, men stutt eftir hetta kemur Gullborg eisini, hon hevur kort væl inn á hana og tað líkist einum sigri. Fysta genta kemur inn við tíðini 21:04 og Gullborg kemur inn við tíðini 20:23 við 29,4 km/t í miðal. Harvið kan hon kalla seg Danmarksmeistari í einkultstarti U11P 2013
Landaveg:Teinurin var umleið 8 km. og skuldi súkklast 2 ferðir. Aftur hesaferð vóru bert 2 gentur, men tær skuldi starta saman við dreinginum.
Okkara taktikur var at halda gott eyga við hina gentina, dreingirnir skuldi hon ikki hugsa um. Tað var nakað væl av síði vindi, so eg hevði sagt við hana at hon skuldi koyra skjótt í síðivindinum, tí einkultstarturin dagin fyri hevði víst at hon var sterkari.
Harafturímóti hevði hin gentan meira av erfaring, og eg sá aftaná ein umgang at gentan lá bara uppá hjul allan vegin.
Síðsti 2 km av rutini var mótvindir til eitt høgra sving 600 metrar frá málinum. Frá 800 metrar til 500 metrar var eisini ein brekka. Okkara planir var at starta spurtin í sjálvum svinginum, har mamma Gullborg skuldi standa og harvið koyra alt hon hevði í síðvindinum.
Fyrst koma nakrir dreingir mótir málinum og teir koyra spurtin. 2 minutir seinni síggji eg genturnar koma undan svinginum, og hin gentan hevur eitt hol á umleið 10 metrar, men Gullborg hevur ferð á og koyrir inn á hina. 300 metrar áðrenn máli fangar Gullborg gentina aftur og spurtar framum á mál. Tær komu báðar inn við tíðni 33:53, tað gevur 28,3 km/t í miðal.
Aftaná at hava snakka við Gullborg, segði hon at hin gentan hevði rykt vekk í mótvindinum umleið 1,5 km frá málinum, men Gullborg hevði koyrt inn á hana aftur í brekkuni.
Gullborg Guttesen er hervið Danmarksmeistari í U11P 2013 bæði í landaveg og einkultstart.
Vit á jn.fo ynska Gullborg tillukku við flotta úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald