2014-12-21 18:59
Ein bilur var stolin í Havn í nátt. Bilurin stóð ólæstur og lyklarnir vóru í.
Maðurin sum tók bilin, rendi á, og rann avstað. Løgreglan fann bilin, men hevur ikki enn fingið hendur á mannin, tað skrivar kvf.fo.
Løgreglan heitir á fólk, um at venda sær til sín, um tey vita nakað um hendingina á telefon 351448.
Leygarnáttina var ein annar bilur stolin, og eisini hann var ólæstur og lyklarnir stóðu í. Maðurin sum tók tann bilin hevur játtað seg sekan, og fær eina bót, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald