Vinna

1.902 nýggj akfør seld higartil í ár

...

2015-10-01 02:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Higartil í ár eru skrásett 1.902 nýggj akfør, tað eru 254 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið talið var 1.648, tað svarar til eina øking uppá 15,41%.

Um hugt verður eftir bólkum, so eru tað seldir flest persónbilar, í ár er talið 1.375, í fjør vóru seldir 1.221 nýggir persónbilar í sama tíðarskeiðið, tað eru 154 fleiri higartil í ár, sum svarar til 12,51%

Ímeðan talið av nýggjum akførum økist, so minkar talið av brúktum akførum, higartil í ár eru innflutt 168 brúkt akfør, somu tíð í fjør var talið 228, tað er ein minking uppá 60 brúkt akfør, sum svarar til 26,32%

Sí annars talvurnar frá Akstovuni niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder