2015-12-16 05:36
Mikudagin 16. desember tekur 19 ára gamla Kristina Clementsen sæti á tingi fyri Tjóðveldi.
Kristina varð uppstillað fyri Unga Tjóðveldið á listanum hjá Tjóðveldi. Hon fekk 134 atkvøður á løgtingsvalinum og gjørdist harvið nummar 13 á listanum hjá Tjóðveldi. Kristina er fødd 5. juni 1996. Kristina arbeiðir hjá Skyn umframt, at hon er skrivari hjá Unga Tjóðveldinum.
Hon tekur sæti fyri Annitu á Fríðriksmørk, sum hevur biðið um farloyvi. Kristina tekur sæti í eina viku.
- Eg havi verið virkin í ungdómspolitikki í fleiri ár, og havt stóran áhuga fyri, hvussu Føroyar kunnu gerast eitt enn betri samfelag hjá øllum at liva í. Hetta er tískil ein stórur dagur fyri meg og eg gleði meg ótrúliga nógv, sigur Kristina Clementsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald