JN

Myndir: 19 ára gamal koyrdi útav og misti koyrikortið

...

2017-01-29 12:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein 19 ára gamal drongur koyrdi útav á Kjalnestanga í nátt, klokkan 05:30 í morgun fekk løgreglan eina fráboðan frá einum øðrum bilførara ið koyrdi um Kjalnestanga, at ein bilur var farin útav.

Løgreglan var skjótt á staðnum, tí hon gjørdi ferðslukanningar nær við har ferðsluóhappið hendi. Løgreglan staðfesti skjótt at drongurin hevði drukki ið so nógv, og tóku tí eina test av honum, blóðroyndin vísti 1,5 í primillu. Drongurin misti koyrikortið á staðnum.

Hann fekk ikki nakran skaða av ferðsluóhappinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder