JN

18 ára gamal stakk fýra fólk í Norðdepli

...

2013-07-14 16:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað var blóð yvir alt, tá løgreglan um hálvgum níggju tíðina í morgun kom á staðið í Norðdepli, har ein 18 ára gamal maður hevði stungið fýra fólk. Sjúkrabilar blivu beinanvegin boðsendir, og øll fýra fólkini vórðu koyrd á Klaksvíkar sjúkrahús. Eingin teirra er í lívsvanda, men onkur hevur fingið álvarsligar skurðir, sigur vakthavandi á Politistøðini.

Maðurin í húsinum í Norðdepli kundi greiða løgregluni frá, hvør ið hevði stungið, og farið varð at leita eftir ætlaða gerningsmanninum, sum stutt eftir varð handtikin. Talan er um ein 18 ára gamlan mann, sum nú verður avhoyrdur undir illgruna fyri at hava stungið tey fýra fólkini við knívi. Tey fýra eru eitt yngri par undir 20 ár og eitt tilkomið par miðskeiðis í 60-unum.´

Kelda: portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder