2015-12-01 21:22
Bilasølurnar hava selt nógv fleiri bilar higartil í ár í mun til somu tíð í fjør.
Tað eru seldir 1.680 nýggir persónbilar bigartil í ár, í fjør var talið 1.460 - tað er ein øking uppá 220 bilar, sum svarar til 15,07%.
Higartil í ár eru 2.344 nýggj akfør skrásett, tað eru 362 fleiri enn somu tíð í fjør, tá var talið 1.982 akfør, vøksturin svarar til 18,26%.
Av gomlum akførum er gongdin tann øvugta, í fjør vóru 260 gomul akfør innflutt, higartil í ár er talið 212, tað er ein minking uppá 48 akfør, sum svarar til eina minking uppá 18,46%.
Sí myndirnar niðanfyri, sum eru frá Akstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald