VÍF tók í dag móti H71 í steypakappingini hjá kvinnum. VÍF er nummar trý í hvonn-deildini, meðan H71 er nummar tvey í 1.deild. Tað skuldi eisini vísa seg, at verða stórur munur á liðnum, tó var tað H71 ið kom á odda 0-1. Men eftir 15. minuttir var støðan 6-2 til VÍF. Hálvleiksstøðan var 17-7.
VÍF byrjaði eisini seinna hálvleik nógv betur, og 10. minuttir inn í seinnahálvleik var støðan 22-7. Dysturin endaði við einum 33-13 sigri til VÍF.
Hjá VÍF skoraði Agnas 10 mál, og hjá H71 skoraði 15-ára gamla Maria 11 mál.
VÍF: Anna Ring, Viviann Petersen, Lív Ingdórsdóttir, Agnas Olsen 10, Brynja Rógvadóttir 1, Annika Poulsen 1, Beinta Sveinbjørnsdóttir 3, Marianna H. Jacobsen 7, Anja Lacuk 4, Randi Virgarsdóttir 2, Daniella Joensen 3, Ronja Johannesen 1, Kathe Frederiksen og Jórunn Gudmundsen 1.
H71: Røskva S. Nielsen, Anna Tòrunn Thomsen, Maria Jacobsen, Sárah Semark, Jessica Kleving, Sólja Hansen, Sanna S. Gunnarstein, Guðrið á Borg, Barbara á Rógvi, Tórhalla Thorsteinsson, Margret Petersen, Lív Winther Knudsen, Sunniva Vatnsdal, Ása Krossteig Hansen, Durtia T. Joensen 2 og Maria Weyhe 11.
Støður í dystinum:
5. min. 0-1
10. min. 2-1
15. min. 6-2
20. min. 10-5
25. min. 13-6
30. min. 17-7
35. min. 20-7
40. min. 22-7
45. min. 24-10
50. min. 26-11
55. min. 29-13
60. min. 33-13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald