JN

15 ferðafólk stóðu eftir á bryggjuni í Nólsoy

...

2016-05-12 19:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nógv ferðafólk vóru í Nólsoy i dag. Tá ið Sildberin skuldi fara úr Nólsoy kl. 16.50 stóðu eini 15 ferðafólk eftir á bryggjuni í Nólsoy - Sildberin tekur 50 ferðafólk.

Sildberin hevur smáar 15 minuttir um at sigla úr Nólsoy til Havnar. Teir umborð á Sildberanum vóru so beinasamir, at teir beinanvegin fóru út aftur til Nólsoyar eftir teimum ferðafólkunum, sum ikki sluppu við túrin kl. 16.50 úr Nólsoy.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder