Nú er 14. september aftur á gøtuni sum málgagn Tjóðveldis. Tó ikki sum pappírsblað sum í gomlum døgum, men sum netmiðil ??? tíðindaportalur ??? á elektroniska landavegnum á netbústaðnumfjurtandi.fo
Virðisgrundarlagið hjá 14. september eru hugsjónirnar um fólkaræði, føroyskt sálvbjargni og føroyskt fullveldi, soleiðis sum hesar eru lýstar í stevnumiðum Tjóðveldis, men miðilin er tó óheftur av politiskt valdu umboðum floksins og hevur redaksjonelt frælsi.
Tað er Tjóðveldi sum flokkur, ið eigur og rekur 14. september. Eitt redaksjónstoymi fer at taka sær av dagliga rakstrinum og tíðindaflutninginum, og redaksjonella ábyrgdin liggur hjá aðalstjórnarformanninum.
Umframt at varpa ljós á føroyskan sjálvbjargnis- og fullveldispolitikk, føroysk tjóðskaparmál, føroyska mentan og føroyskan samleika, herundir eisini kommunalpolitikk og viðurskifti Føroya við umheimin, fer 14. september eisini at bera fjølbroytt gerandistíðindi, sum redaksjónin metir vera viðkomandi fyri lesaraskaran.
Pappírsblað í hálva øld
Størsta partin av gott 70 ára gomlu søgu Tjóðveldis, árini 1947 ??? 1994 var pappírsblaðið 14. september málgagn floksins.
Undan fólkatingsvalinum 11. mars 1998 varð lív aftur blást í blaðið, sum kom út í einari serligari valútgávu 9. mars hetta árið. Í blaðnum stóð at lesa, at ætlanin var at fara undir regluliga útgávu 14. hvønn dag.
Fyrsta regluliga blaðið var á gøtuni ein mánaða seinni, mikudagin 8. apríl 1998, men í staðin fyri 14. hvønn dag, kom blaðið út hvønn mikudag restina av mánaðinum. Orsøkin var ivaleyst, at løgtingsval var 30. apríl 1998.
Hóast valið tá var at meta sum ein kollvelting í føroyskum politikki, tí úrslitið slóðaði fyri gitnu fullveldissamgonguni, so var tað nýggja í tjóðveldsihøpi lýggja politiska veðurlagið tó ikki nóg mikið til at geva 14. september varandi byr.
Blaðið kom bert út tvær ferðir afturat, 13. mai og 3. juni 1998.
Tjóðskapur og sjálvbjargni
Men nú royna vit so aftur, tí vit halda, at stórur tørvur er á einum tíðindapalli, sum leggur dent á tilfar um føroyskan tjóðskap og føroyskt sjálvbjargni.
Tíðin er farin frá pappírsbløðum av tí slagnum, sum gamli 14. september var, og tí er avgjørt bert at vera á netinum.
14. september ætlar ikki at kappast við hinar internetmiðlarnar um at verða fyrstur við øllum møguligum og ómøguligum sløgum av tíðindum, men tíðindaportalurin fer javnan at verða dagførdur við útvaldum tíðindum.
Róm var ikki bygdur eftir einum degi, og eisini nýggi 14. september hevur tørv á at royna ymisk hugskot, eins og tøkniligi og grafiski parturin skal mennast. Tí má roknast við, at fyrsta tíðin verður ein heldur trilvandi tillagingartíð, har vit skulu royna at finna rætta stevið, og vóna vit, at brúkararnir fara at bera yvir við hesum.
Petur í Gong
formaður í aðalstjórn Tjóðveldis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald