Síðan 2008 eru fólkaskúlarnir fækkaðir úr 61 niður í 47; frá komandi skúlaári verða teir 46
Gongdin hevur verið týðilig hesi seinastu árini; kring landið verða skúlar lagdir niður, tí næmingarnir fækkast ella vanta, og einstakir skúlar eru lagdir saman. Skúlaárið 2007-2008 vóru 61 skúlar, og hetta skúlaárið eru teir 47. Komandi skúlaár verða teir enn færri, tí tá verða stórur skúlarnir í Klaksvík lagdir saman, og árið eftir verða skúlarnir í Sunda kommuna eftir ætlan lagdir saman í ein.
Tað er serliga teir heilt smáu skúlarnir, sum fækka; skúlarnir, sum hava úr einum upp í 24 næmingar, eru fækkaðir úr 21 skúlum fyri 6 árum síðan, niður í 11 hetta skúlaárið. Eisini næsta skúlastøddin, teir, sum hava úr 25 næmingum upp í 49, hava merkt somu minking. Teir eru fækkaðir úr 12 niður í 5. Sostatt eru bara 16 skúlar eftir, har næmingatalið er undir 50, samanborið við 33 fyri 6 árum síðan.
- Sum gongdin í fólkatalinum er, er einki at ivast í, at aðrir av teimum smæstu skúlunum komandi árini verða niðurlagdir, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.
At skúlarnir eru fækkaðir, merkir, at 10-15 mió krónur ikki longur verða brúktir til teir smáu skúlarnar. Tá ið størri skúlar verða lagdir saman, verða pengar ikki spardir í sama mun, tí teir smáu skúlarnir eru væl dýrari at reka pr næming enn teir stóru. Formaður Føroya Lærarafelags vil ikki siga, at peningurin so verður brúktur til at gera ábøtur aðrastaðni í skúlaskipanini.
- Støðan er heldur, at í sama tíðarskeiði, sum smáu skúlarnir eru niðurlagdir, hevur játtanin til fólkaskúlan á fíggjarlógini staðið í stað. Lagt er ikki upp fyri lønarvøkstri, vaksandi pensjónsútreiðslum ella nýggjum virkisøkjum. Av tí sama er tímatalið í fólkaskúlanum munandi lækkað og talið av ársverkum samsvarandi. Fólkaskúlin koyrir avgjørt á lægsta blussi, soleiðis at minstukrøvini til tímatal í fólkaskúlalógini so dánt verða hildin. Vit kunnu siga, at ein grundin til, at vit enn kunnu halda minstu krøvini, er, at smáu skúlarnir eru niðurlagdir. Játtanin til fólkaskúlan átti natúrliga at økt orsakað av lønarvøkstri, øktum eftirlønargjøldum og øktum virksemi, men soleiðis er ikki. Teir smáu skúlarnir hava tikið broddin av ringastu árinunum av sparingunum á fólkaskúlaøkinum, men nú smærru skúlarnir longu eru fækkaðir í stórum tali, er ivasamt, hvussu leingi vit kunnu dúva upp á tað.
Kelda: Føroya Lærarafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald