Vinna

130 fólk koma at arbeiða á Varðanum Pelagic

...

2019-01-25 22:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í dag var stórt hátíðarhald í sambandi við at Varðin Pelagic alment var tikið í nýtslu eftir at gamla virkið brann í grund tann 9. juni í 2017. Longu sama kvøld segði stjórin í felagnum, Bogi Jacobsen, at tey fóru at byggja virkið upp aftur, og var stórt ruddingar arbeiði sett í gongd beinavegin.

Nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic hevur higartil kostað 560 mió at bygt, og næstan øll fíggingin er føroyskt. 


Talan er um eitt stórt virkið, samlaða grund víddin á øllum bygningunum er 20.500 m2.

Sjálvt um virkið alment var tikið í nýtslu í dag, so hevur tað koyrt í eina tíð. Tann 29. august 2018 var fyrsti framleiðsludagurin á nýggja virkinum, og síðani hava tey tikið ímóti 60.000 tonsum av uppsjóvarfiski.

Talan er eisini um eitt stórt arbeiðspláss á Tvøroyri. Tað koma 130 fólk at arbeiða á virkinum. Tað verður koyrt í trimum vaktum við 30 fólkum á hvørji vakt, og arbeitt verður døgndrift tá ið nokk rávøra er. Afturat teimum 90 fólkunum ið skulu arbeiða í framleiðsluni, so eru onnur fólk sum tøknikar, sølufólk og onnur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder