13 íslendsk skip fiskaðu í fjør fyri meira enn 100 mill. F.kr. í part, Ovast lá Vilhelm ??orsteinsson, sum fiskaði fyri kr. 180 milliónir føroyskar krónur, tað skrivar Fiskifrettir.is.
Í 2013 vóru tað 17 íslendsk skip, sum fiskaðu fyri meira enn 100 milliónir F.kr.,
Eitt yvirlit yvir skipini, sum hava fiskað fyri meira enn 100 milliónir F.kr. í 2014 er at síggja í Fiskifrettir, sum er komið í sølubúðirnar í dag.
Vilhelm ??orsteinsson EA, sum Samherji eigur liggur ovast við 180 milliónum, næst honum kemur frystitrolarin Kleifaberg RE, sum hevur fiskað fyri 150 milliónir og á 3. plássi er uppisjóarskipið Aðalsteinn Jónsson SU, sum Eskja á Eskifirði eigur, Aðalsteinn hevur fiskað fyri 145 milliónir - alt er føroyskar krónur.
Bæði Vilhelm ??orsteinsson og Aðalsteinn Jónsson eru væl kendir í føroyskum sjóøki, her teir fiskaðu ein góðan part av veiðuni í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald