Politikkur

13 fólk stilla upp fyri Fólkaflokkin

...

2015-06-04 18:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fólkaflokkurin hevði í morgun tíðindafund í hølunum hjá teimum í gamla apoteki. 

Tað eru 13 fólk, sum stilla upp fyri Fólkaflokkin til fólkatingsvalið, sum verður um tvær vikur, tann 18. juni.

Sí eisini: Myndarøð frá tíðindafundinum her.

Av teimum 13 fólkunum, eru tað tvær kvinnur, og 11 menn ið stilla upp. Tað er bara Bjarni Djurholm, sum ikki stillar upp til fólkatingsvalið fyri flokkin av teimum, sum sita í landsstýrinum ella tinginum. Og tað eru tveir mans komnir afturat teimum, sum teir eru Ingi Olsen úr Vestmanna, og Sólvit E. Nolsø úr Tórshavn.

Hesi mannað Fólkaflokkin til valið.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Jógvan á Lakjuni

Jákup Mikkelsen

Jørgen Niclasen

Rodmundur Nielsen

Sólvit E. Nolsø

Annika Olsen

Ingi Olsen

Joen Mangus Rasmussen

Janus Rein

Hanus Samró

Brandur Sandoy

Jákup Vestergaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder