JN

12 tilburðir í gjár

...

2021-07-12 14:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

12 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein persónur var kannaður positivur við komu til Føroya, og ein við 4. dagskannineg eftir komu. Í 8 førum er smittukeldan kend og í 2 førum er hon ókend.

2680 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 331.636 kanningar.

880 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 776 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 103 persónar smittaðir við Covid-19.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder