JN

11 tilburðir í gjár

...

2021-07-13 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

11 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

10 teirra eru partur av kendari smittuketu, meðan í einum føri er talan um eina ókenda smittukeldu.

3270 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 335.039 kanningar.

891 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 778 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 112 persónar smittaðir við Covid-19.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder