Ítróttur

10-mannafør: Drekin Reyði vann ein sera spennandi róður

...

2015-06-21 01:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag vóru 5 10-mannafør við.

Tey startaðu hampuliga væl øll, men Klaksvíksingur, Drekin Reyði og Havnabáturin fingu munin betri start enn Ormurin Langi og Nólsoyingur.

Tá ið hálvt málið var rógvið, stóð kappingin millum Drekan Reyða og Klaksvíksing - Havnabáturin hevði eisini  hug at blanda seg uppí oddin, men megnaði tað ikki.

Tá ið farið var um málstrikuna var Drekin Reyði hálva bátslongd frammanfyri Klaksvíksing, nr. 3 gjørdist Havnarbáturin, nr. 4 Ormurin Langi og nr. 5 Nólsoyingur.

10 mannafør
1Drekin Reyði04:24.08  
2Klaksvíkingur04:25.21  
3Havnarbáturin04:29.14  
4Ormurin Langi (RK)04:31.21  
5Nólsoyingurin04:35.16

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder