2017-08-04 13:20

Regatta 2017 verður í dag, og sigast má at nógvir bátar verða við í ár um man hyggur eftir teimum ið hava tekna til, tí ikki færri enn 106 bátar hava tekna seg til Regatta.
Fari verður av Eiði klokkan 17 seinnapartin, klokkan 18:30 samlast bátarnir norðanfyri brúnna við Streymin, og klokkan 20 verða bátarnir í Hósvík.
Tey luttakandi fáa døgurða frá Ingálvi Johannesen í bygdahusinum tá ið komi er til Hòsvíkar.
So verður hugni við tónleiki seinni á kvøldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald