Jørgen Niclasen, landsstýrismaður svarar Kristinu Háfoss um leigubústaðir.
Hann sigur m.a., at 104 leguíbúðir eru lidnar og avtala er gjørd um 100 afturat, Harumframt eru 80-120 leiguíbúðir teknaðar, sum ætlanin eisini er at byggja.
Svar til
fyrispurning
frá Kristinu Háfoss,
løgtingskvinnu
um Bústaðir og átøk
at fáa til vega bíligar leigubústaðir
??ll skulu hava møguleika at útvega sær ein bústað. Hetta er ein grundleggjandi rættur.
Men hetta er ikki ein møguleiki fyri øll í Føroyum, tí útboðið av bíligum
leigubústøðum er sera avmarkað.
Tað var tí eitt stórt framstig, tá tað í 2011
eydnaðist Tjóðveldi at fáa meiriluta ??? saman við minnilutasamgonguni ??? fyri, at
broyta lóggávuna fyri Húsalánsgrunnin (nú Bústaðir), soleiðis at hesin fekk
heimild til, at víðka virksemi sítt til eitt nú eisini at fevna um
leigubústaðir.
Vónin var, at nú fór verulig ferð at koma á, at fáa
bygt bíligar leigubústaðir, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum,
lestraríbúðir v.m.
Endamálið hjá Bústaðir er eisini í lógini: ???at virka
fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað???.
Hesum hava øll ikki møguleika fyri í dag.
Síðan lógin fyri Bústaðir varð broytt í 2011, hava ein
røð av stórfingnum ætlanum um bústaðarverkætlanir sæð dagsins ljós. Nakrar eru
eisini framdar í verki. Tær størru verkætlanirnar eru tó ikki komnar á mál enn,
og eru nógvar enn bara á skriviborðinum. Millum nógvu ætlaðu verkætlanirnar eru
eisini sokallaðar marglætisíbúðir. Hetta hevur undrað, tí í politisku skipanini hevur ikki verið
hugsanin, at Bústaðir skuldi fara inn á tann partin av bústaðarmarknaðinum, ið
tann privati marknaðurin eigur at megna at lyfta sjálvur.
Hinvegin er stórur mangul uppá bíligar leigubústaðir
til tey, ið ikki hava ráð til, at keypa sær hús og/ella leiga til verandi
kostnað. Eisini er tørvur á lestraríbúðum og fleiri bústøðum til fólk við
serligum avbjóðingum.
Vónin var, at Bústaðir kundi gerast eitt amboð at
røkka hesum málum,men nú frættist, at tað ikki verður møguligt at fremja ætlaðu
bústaðarverkætlanirnar við verandi gjaldføri hjá Bústøðum. Neyðugt verður
sostatt at heimila Bústaðir at taka lán fyri at økja gjaldførið, um haldast
skal áfram við øllum bústaðarætlanunum.
Men hvat ætlar
landsstýrismaðurin? Og hví eru ongi stig tikin enn? Kann verandi støða merkja,
at Bústaðir als ikki kann arbeiða víðari við teimum bústaðarverkætlanum kring
landið, ið hava verið kunngjørdar?
Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir
landsstýrismanninum í fíggjarmálum:
1. Hvussu nógvar leiguíbúðir kann
Bústaðir útvega afturat við verandi gjaldføri?
2. Hvørjar av ætlaðu
bústaðarverkætlanunum hjá Bústøðum kunnu gerast veru-leiki við verandi
gjaldføri?
3. Hvørjar av ætlaðu
bústaðarverkætlanunum hjá Bústøðum gerast væntandi ikki veruleiki, um Bústaðir
ikki fær lántøku og meira gjaldføri?
4. Hví hevur landsstýrismaðurin
ikki, eitt nú í kunngerð, málrættað verkætlanir-nar hjá Bústøðum til bíligar
leigubústaðir, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum?
5. Fer landsstýrismaðurin at taka
stig til, at Bústaðir í størri mun skal leggja seg eftir bíligum leigubústøðum,
lestraríbúðum og bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum?
6. Fer landsstýrismaðurin at
virka fyri, at Bústaðir fær møguleika at taka lán og økja gjaldførið fyri at
fremja fleiri bústaðarverkætlanir í verki?
7. Um ja, nær? Um nei, hví?
8. Hvussu leingi hevur landsstýrismaðurin vitað, at Bústaðir
hevur tørv á meira gjaldføri fyri at fáa framt allar tær ætlaðu
bústaðarverkætlanirnar í verki?
Á Løgtingi, 16. apríl 2015
Kristina
Háfoss
Løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi
Svar:
1. Bústaðir
hevur 620 mió. kr. í eginpeningi, harav umleið 300 mió. kr. verða brúktar til
annað virksemið enn leigubústaðir. Viðvíkjandi leigubústaðar virkseminum hjá
Bústaðum, er støðan soleiðis, at 104 leiguíbúðir eru lidnir og verða longu
leigaðir út. Avtalur eru har afturat gjørdar um at byggja 100 leiguíbúðir, har
fleiri longu eru í gerð. Harumframt eru 80-120 leiguíbúðir teknaðar, sum
ætlanin eisini er at byggja. Bústaðir kann sostatt útvega umleið 300
leigubústaðir við verandi gjaldføri, men hetta eru um stovnurin einsamallur
skal standa fyri at útvega leigubústaðirnar.
Bústaðir hevur sambært § 5a í
lógini um Bústaðir (Húsalánsgrunnin), heimild at veita lán til íbúðafeløg og
íbúðastovnar, og sambært § 5b í lógini, kann stovnurin einsamallur ella saman
við kommunum, feløgum og stovnum útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og
lestrarbýlir.
Bústaðir hevur sostatt møguleika, í
samstarvi við onnur, at útvega fleiri leigubústaðir, enn tær umleið 300, sum
hann einsamallur kann útvega við verandi gjaldføri. Harumframt kann Bústaðir
útvega sær meira gjaldførið við at kapitalisera onnur útlán. Tað skal
viðmerkjast, at Bústaðir í løtuni arbeiðir við at útvega fleiri leigubústaðir í
samstarvi við onnur.
2. Í
løtuni eru avtalur gjørdar um hesar bústaðarverkætlanir, har fleiri longu eru í
gerð:
·
Skansin: 12 almennar leiguíbúðir.
·
??ðinshædd: 22 almennar leiguíbúðir.
·
Vágur: 6 almennar leiguíbúðir.
·
Strendur: 7 almennar leiguíbúðir
(eldravinarligar).
·
Runavík: 10 vardar og 6 almennar leiguíbúðir.
·
Dalavegur: 34 almennar leiguíbúðir.
·
Fuglafjørður: 3 leiguíbúðir (býnýggjan).
Harumframt eru ætlanir um hesar
bústaðarverkætlnair, har fleiri longu eru teknaðar:
·
36 almennar og lestraríbúðir í Mattalág í Havn.
·
30 almennar leiguíbúðir við Biskupstorg í
Klaksvík.
·
16 vardar íbúðir í Havn.
·
20-30 lestraríbúðir í Havn.
3. Við
tøka gjaldførinum, kunnu allar bústaðarverkætlanirnar, sum eru nevndar í
svarunum til spurning 1 og 2, gerast veruleiki. Í samstarvi við onnur, strekkir
gjaldførið seg enn longur.
4.
Bústaðir
hevur longu málrættað fleiri av sínum íbúðarverkætlanum til lestraríbúðir,
bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum og bíligar leigubústaðir, sí svarini
omanfyri. Bíligasta húsaleigan er í Skopun, har leigað verður út fyri 3.100 kr.
um mánaðin. Í Leirvík verður leigað út fyri 3.895 kr. um mánaðin, og fyri tær
22 íbúðirnar, ið verða bygdar á ??ðinshædd, og tær 34 íbúðirnar, sum ætlanin er
at byggja við Dalavegin í Havn, fer leigan at liggja niður ímóti 4.000 kr. um
mánaðin. Hetta er íroknað húsavørð og viðlíkahald, svarandi til umleið 400 kr.
um mánaðin.
Fyri ikki at gera
somu mistøk sum okkara grannalond, so eru verkætlanirnar ikki málrættaðar at
byggja bíligar leigubústaðir í bústaðarblokkum. Í okkara grannalondum góvust
tey við at byggja sosialar bústaðarblokkar, sokallaðar ghettoir, fyri umleið 30
árum síðan, og í dag verða fleiri av hesum bústaðarblokkunum tiknir niður
aftur. Bústaðir leggur seg eftir at byggja fjøltáttað og so bíligt sum
gjørligt, har atlit verða tikin at orkuloysnum, bjálving, dygd o.s.fr.
5.
Bústaðir
hevur lagt seg eftir at útvega bíligar leigubústaðir, lestraríbúðir og bústaðir
til fólk við serligum avbjóðingum, sí svarið til spurning 4. Tí er ikki ætlanin
at taka nøkur stig hesum viðvíkjandi. Bústaðir hevur megnað at fingið
byggikostnaðin/fermetraprísin niður, og vit skylda tí at geva Bústaðum ein
kjans. Tað eru nógvar góðar og spennandi byggiverkætlanir á veg.
6.
Landsstýrismaðurin
fer ikki at geva Bústaðnum møguleika fyri at taka lán til at fíggja sítt
virksemið.
7.
Tað
økir um skuldina hjá landinum, um Bústaðir fær loyvi at taka lán. Ein av
fremstu raðfestingunum og avbjóðingunum hjá hesi samgonguni er at fáa avlop á
fíggjarlógina, og harvið minka um skuld landsins. Tí fer landsstýrismaðurin
ikki at loyva Bústaðum at økja um skuldina hjá landinum við lántøku. Vísandi
til svarini til spurning 1 og 2, so hevur Bústaðir nóg mikið av gjaldføri til
at fremja sínar bústaðarverkætlanir. Bústaðir kann harumframt útvega sær meira
gjaldførið við at avhenda og kapitalisera onnur útlán, umframt at tak upp
samstarv við onnur um at útvega fleiri leigubústaðir. Bústaðir arbeiðir við
hesum báðum møguleikum.
8.
Landsstýrismaðurin
er ikki vitandi um, at Bústaðir hevur tørv á meira gjaldføri fyri at fáa framt
sínar bústaðarverkætlanir í verki, sí svarini til spurning 1, 2 og 7.
Fíggarmálaráðið,
tann 29. apríl 2015
Jørgen
Niclasen
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald