Tórshavnar kommuna skrivar:
Tað var ein rørandi løta við minnisvarðan í Hesti, nú vit minnast dagin fyri 100 árum síðani, tá ið 11 hestmenn fórust í syndarligari vannlukku á sjónum. Fyrrapartin í dag var gudstænasta við prestunum Hera Joensen, Bergi D. Joensen og Derhardi Jógvanssyni. Eftir gudstænastuna varð farið norður til minnivarðan á Hálvmørk, har Annika Olsen, borgarstjóri, legði krans við minnisvarðan og bar fram røðu fyri áhoyrarafjøldini.
Niðanfyri er røðan at lesa, sum Annika Olsen, flutti fram.
Vit føroyingar eru vaksnir upp við havinum. Soleiðis er eisini í Hesti. Havið liggur beint her úti. Havið hevur givið okkum so ómetaliga nógv og hevur bygt hetta landið upp. Men sanniliga hava brattar bárur og sjóðandi streymurin tikið nógv frá okkum. Vit eru takksom fyri havsins gávur, men drýpa høvur í sorg, tá ið havið tekur okkara kæru.
Mangur hestmaður telist í tí skara, sum hvílir úti á víðopnum havi. Nógvu minnisvarðarnir reistir kring landið minna okkum á teir mongu, sum fórust á sjónum og ongantíð komu aftur. Minnisvarðarnir eru eisini eitt minni um tær mongu kvinnur og tey børn, sum hava mist og eftir hava sitið. Langtandi hava tey litið út á hav, tí havið tók menninar í sín náðileysa favn.
Vit eru komin saman her í dag at minnast skaðadagin fyri 100 árum síðani. Tríggir bátar fóru til útróðrar, eitt fýramannafar við fýra monnum og tvey seksmannafør. Harðasti streymur var og mysing. Vindurin var vestaneftir og ørgrynna av fiski. Seksmannaførini komu fullfermd aftur í øllum góðum, men einki fýramannafar kom fram. Tá ið hálvskýmt var, fóru sjey mans við seksmannafari at leita. Heldur ikki teir spurdust afturíaftur.
Aðrir mans í bygdini vóru fúsir til at fara við hinum bátinum, men vórðu fingnir frá tí. Tí minnast vit enn hesa bygd við orðunum: Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar.
Tann, ið helt manningina á triðja bátinum frá at fara at leita eftir burturgingnu bátunum, var pápi at einum, ið fórst í seinna bátinum. Heldur enn at fara við báti fóru teir til gongu út í Hælin at rópa eftir teimum, ið farnir vóru. Men einki hoyrdist.
Tað er við trega í sinni, at vit rógva afturáaftur hesa sorgarhending í Hesti. Nógvar hjartanemandi yrkingar hava føroysk skøld fest á blað um hendingar á sjónum, har manningar hava fingið váta grøv. Í yrkingini Vetur hjá Hans Andriasi Djurhuus, skaldi, tekur hann soleiðis til um sjófólk okkara:
Frítt verður teirra sinni,
fríir teir verða í skinni,
havið uppelur teir;
teir berjast við saltu báru
bæði á vetri og vári
og gera roysnini fleir
Deyðan títt munnu teir síggja,
Tó, ikki teir undan flýggja,
standa sum fjallið hart;
ofta við miklum vanda
við brimharðar strendur teir landa.
Tað hevur havið teir lært.
Havið hevur brotið og brýnt hetta land, og tað hevur merkt okkum, sum í landinum búgva. Vit hava verið bundin til sigling og bardaga móti stormi og streymi. Svárur kennist saknurin hjá teimum, sum hava mist.
Vit eru eitt sjófarandi fólk. Tað vóru vit, tá ið føroyski báturin var álitið. Og enn eru vit so nær knýtt at sjónum við teimum nýmótans skipum og bátum, sum nú eru. Vit føroyingar eru ríkaðir við teirri stóru gávu, sum havið gevur. Men sanniliga hevur havið eisini tikið. Lat hesa løtuna vera eitt høvi at minnast teir sjólátnu og heiðra teir mongu, sum arbeiða á sjónum úti og heima. Latið okkum altíð virða tað stóra arbeiði, sum føroyskir sjómenn útinna hvønn einasta dag í árinum allan sólarringin.
Fari at takka tykkum øllum fyri hesa løtuna: bygdarfólkum, kirkjuráðnum í Hesti, staðbundnu nevndini og tykkum sum koma út í Hest at vitja so trúføst.
Minnisvarðarnir kring oyggjar okkara er eitt sjónligt minni um allar teir, sum farnir eru í teirra arbeiði á sjónum. Føroyska tjóðin fer altíð at minnast skaðaárið 1919, tá ið tveir bátar gingu burtur í Hesti og 11 mans fórust.
At enda fari eg at heita á tykkum um at minnast teir sjólátnu í tøgn.
Annika Olsen
borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald