2016-08-31 07:48
Nú eru bara 1.000 tons eftir at fiska av gulllaksakvotuni í ár, skipinii hava fiskað uml. 12.000 tons, samlaða kvotan er 13.000 tons.
Tað hevur gingið longri í ár enn undanfarin ár at fiska kvotuna, tó at veðrið hevur verið munandi betri í ár, í fjør var kvotan uppfiskað seinast í august.
Tað eru trý pør, sum hava loyvi at fiska gulllaks, tey eru Eysturbúgvin/Vesturbúgvin, Polarhav/Stjørnan og Vestmenningur/Skoraberg.
Í dag landa 4 av skipunum:
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa 245 tons á Toftum og Polarhav og Stjørnan landa 230 tons í Klaksvík.
Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.
Vestmenningur og Skoraberg eru farnir á makrelveiðu, um teir fiska meira gulllaks í ár er enn ógreitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald