Hjartaliga takk til øll tykkum, ið hava stuðlað og arbeitt fyri Tjóðveldi á fólkatingsvalinum 2015.
Takka verið hvørjum einstøkum av tykkum, gjørdist Tjóðveldi størsti flokkur, og fingu Føroyar harvið eina tjóðskaparrødd aftur á Fólkating.
Ein serstøk tøkk til tykkum 563 kring allar Føroyar - á Argjum, Eiði, Fossanesi, Fuglafirði, Funningsfirði, Funningi, Giljanesi, Gjógv, Gøtugjógv, Haldórsvík, Hósvík, Hovi, Hvalba, Hvalvík, Kaldbak, Klaksvík, Kollafirði, Kvívík, Leirvík, Mykinesi, Nólsoy, Oyndarfirði, Oyrarbakka, Runavík, Sandi, Skála, Skopun, Strondum, Sumba, Sørvági, Toftum, Tórshavn, Tvøroyri, Vági, Velbastað og í Vestmanna - ið valdu at stuðla mær persónliga.
Eri ófatiliga takksom fyri stuðulin og fyri hvørja einastu atkvøðu.
Tit hava gjørt tað møguligt, at vit í Tjóðveldi nú fara at røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi ??? til fyrimuns fyri føroyingar, føroyskt vinnulív og allar Føroyar.
Latið okkum saman byggja víðari á hetta fram til komandi løgtingsval.
Við tjóðveldiskvøðu,
Kristina Háfoss
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald