Størsti vøksturin millum yngstu og elstu løntakararnar
Í juni vóru 24.739 løntakarar, árstíðarjavnað, tað sama sum í mai. Sjálvt um ongin broyting var í juni, so skerst ikki burtur at tað seinastu 18 mánaðirnar hevur verið ein javnur vøkstur, umleið 50 løntakarar fleiri um mánaðin. Í januar 2014 vóru 23.700 løntakarar, og nú 18 mánaðir seinni eru gott 1.000 fleiri, 24.739 løntakarar.
Flest løntakarar í almennum tænastum
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaði, tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.
Frá juni 2014 til juni 2015 eru 785 løntakarar fleiri komnir aftrat. Vøksturin er 3,2%.
Flestir eru lagstir aftrat í fiski- og alivinnuni, har tað nú eru 4.081 fólk, 271 fleiri enn fyri einum ári síðani. Í fiski- og alivinnuni vóru 4.000 løntakarar í 2012, og nú eru áleið tað sama í høvuðsvinnubólkinum fiski- og alivinna.
Flest løntakarar eru í almennari fyrisiting og tænastu. Frá 2012 til 2014 vóru tað umleið 8.960 løntakarar, men seinasta árið eru eini 120 komnir aftrat, so tað nú eru 9.094 í almennum tænastum.
Fýra vinnugreinar stóran vøkstur
Tað eru fýra vinnugreinar sum hava havt stóran vøkstur seinasta árið. Størsta vøksturin hevur felagsskapir og mentan, har tað í juni vóru 674 løntakarar, knappliga 100 fleiri enn fyri einum árið síðani. Framgongdin er 16,2%. Felagsskapir og mentan er m.a. vinnu- og fakfeløg, miðlafeløg, ítróttar-, frítíðar-, mentunar- og áhugafeløg. Eisini stóru vinnugreinarnar fiskavøruídnaður og bygging hava havt yvir 10% framgongd síðan juni í fjør.
Lutfalsliga er stór framgongd í Sandoyar- og Suðuroyar sýslum
Tað eru fleiri løntakarar í øllum sýslum. Í tali er størsti vøksturin í Streymoyar og Norðoya sýslum. Lutfalsliga er størsta framgongdin í Sandoyar- og Suðuroyar sýslum, ávíkavist 7,2% og 6,5%. Í Eysturoyar sýslu er lutfalsliga minsta framgongdin við 1,5%, har eru einans 85 fleiri løntakarar enn í fjør.
Fleiri ung og gomul arbeiða
Løntakarar skipaðir eftir aldursbólkum vísir, at frá 20 til 54 ára aldur er lutfalsliga lítil framgongd, millum 0,6% til 2,8%. Stóra framgongdin er hjá tannáringum, har 1.890 løntakarar vóru í juni, 138 fleiri enn fyri einum árið síðani. Eisini gerast alsamt fleiri pensjónistar løntakarar. Tað vóru 1.016 pensjónistar til arbeiðis í juni í fjør. Nú í juni vóru gott 100 fleiri pensjónistar til arbeiðis, tað er ein vøkstur upp á 10,3%.
Tað, at fleiri tannáringar gerast løntakarar, kann hanga saman við lága arbeiðsloysinum, sum er í løtuni. Tá verður eftirspurningurin eftir alternativari arbeiðsmegi stórur. Hinvegin, so gerast alsamt fleiri pensjónistar, so tað kann verða orsøkin til at fleiri av teimum eru løntakarar.
Mannfólkini eiga munin
Eins og við lønunum, so fer størsti parturin av framgongdini til mannfólkini. Av teimum 785 løntakarunum, sum vóru fleiri í juni samanborið við juni í fjør, eru 448 menn, meðan tað eru 337 fleiri kvinnur, sum eru løntakarar. Ein munur er tó millum lønirnar og løntakarar. Kvinnurnar vinna 40% av lønini, men eru 48% av løntakarunum. Ein av orsøkunum er helst, at fleiri kvinnur enn menn eru í parttíðararbeiði.
Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald