Ítróttur

1.000 atgongumerkir verða sett til sølu

...

2016-03-04 20:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FSF: Mánadagin 7. mars klokkan 16:00 verða 1.000 "atgongumerkja-pakkar" til landsdystirnar móti Ungarn og Portugal settir til sølu.

So er tiðin loksins komin, til aftur ber til at ogna sær atgongumerkir til HM-undankappingardystirnar móti Ungarn og Portugal, sum verða á Tórsvølli í heyst.

Mánadagin 7. mars klokkan 16:00 verða 1.000 "atgongumerkja-pakkar" settir til sølu á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Atgongumerkini í pakkunum eru til dystirnar móti Ungarn 6. september og Portugal 10. oktober.

SlagPrísurBólkar
Kategori 1500 kr. pr. stk103, 104, 105, og 106
Kategori 2375 kr. pr. stk.102, 107, 108, 116, 117 og 119
Kategori 3250 kr. pr. stk.114, 115, 120 og 121

Mest loyvda tal av "atgongumerkja-pakkum" eru fimm eindir fyri hvørja bílegging.

Sølan av einstøkum atgongumerkjum til dystin móti Ungarn byrjar 4. apríl, meðan sølan av einstøkum atgongumerkjum til dystin móti Portugal byrjar 2. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder