Vinna

100 fólk til vinnukvøld í Sunda kommunu

...

2017-09-20 19:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á fjórða sinni hevur Sunda kommuna skipað fyri vinnukvøldi í mentanardøgunum í september. Í ár varð tiltakið mánakvøldið 18. september og áleið 100 fólk lýddu á.

Fyritøkurnar hesaferð vóru Norðsetur, Stanley, Vónin og til seinast vitjaði bloggarin Vígdis Fjallstein Christiansen, sum hevur bloggin Sukursøtt. Framløgurnar vóru allar hugtakandi og megnaðu fyrilestrahaldararnir á hvør sín hátt at fanga fjøldina.

Myndir frá tiltakinum síggjast her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder