Vinna

10 skip royna eftir svartkjafti eystur úr Fugloynni

...

2015-11-20 21:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað eru 10 skip á svartkjaftafeltinum eystur úr Fugloynni, teir royna í kantinum har á einum sera avmarkaðum øki, tey eru stødd á leiðini á uml. 62N og 4V.

Vit hava frætt, at fiskiskapurin er hampuligur, støddin á svartkjaftinum liggur um 110-120 gramm.

Í dag eru 5 føroysk skip har og 5 íslendsk: Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Jupiter, Christian í Grótinum, Slættaberg - Faxi, Huginn, Lundey, Jón Kjartansson og Venus.

Í dag hevur veðrið verið ólagaligt, men sagt verður frá, at veðrið batnar í kvøld og út á náttina, í morgin verður góðveður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder