Vinna

10 føroysk skip í Grønlandi

...

2015-08-20 12:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 10 føroysk skip eru ella eru ávegis til Grønlands.

Tað at so nógv skip eru í Grønlandi og okkurt er eisini í Íslandi, hjálpir væl um her heima, at fiskastovnarnir koma fyri seg aftur. um so er, at tað er ov nógv roynt við Føroyar.

Línuskipið Ágot og trolarin Vesturleiki skulu taka ímóti svartkalva í Vestur-Grønlandi helst tað ið eftir er av árinum.

Í Eystur-Grønlandi verða 8 línuskip, Kambur og Eivind kunnu fiskað inn ímóti 3 fj. og línuskipini Klakkur, Sandshavið, Sigmund, Núpur, Vesturhavið og Váðasteinur kunnu royna inn ímóti 12 fj., talan er fyri tað mesta um royndarfiskiskap, sum føroysku reiðaríðini hava samráðst seg til.

Vit hava tosað við formannin í felagnum línuskip - Hálvdan Gudmundsen - hann er sera fegin um, at føroysku skipini hava fingið rættindi í Grønlandi og roknar við, at fleiri av teimum koma at fiska har til langt út á heystið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder