Mentan

10. flokkur minkandi undirtøku

...

2013-09-12 03:22 Author image
placeholder

63,7 % ella færri enn tveir triðingar av næmingunum, sum í fjør gingu í 9. flokki, halda fram í 10. flokki í ár

Tað eru framvegis nógvir næmingar, sum velja at fara í 10. flokk; gongin er tó, at færri næmingar á hvørjum ári velja tíggjunda árið í fólkaskúlanum. Í ár ganga 477 næmingar í 10. flokki, tað er 63,7 % av næmingunum, sum gingu í 9. flokki í fjør; fyri trimum árum síðan valdi 69 % av 9. floks næmingunum at halda fram í 10. flokki.

Í fjør gingu 495 næmingar í 10. flokki, fyrraárið 506 næmingar og árið fyri 451 næmingar. Næmingatalið er óstøðugt, eins og talið á næmingunum í øllum fólkaskúlanum er. Síðan skúlaárið 2006/2007 er talið á næmingum, sum velja 10. flokk, minkað við 2 prosentum. Tá vóru 8,8 % av samlaða næmingatalinum 10. floksnæmingar, árið eftir, skúlaárið 2007/2008, var tað 7,6 % og síðan er tað minkað niður í 6,8 % í ár.

Í Tórshavnar kommunu eru allur 10. floks árgangurin savnaður í Nám X. Fyribils næmingatøl frá Mentamálaráðnum vísa, at 190 næmingar hava valt Nám X í ár, síðsta árið var talið 188 og árið fyri 215. Aðrastaðni er 10. flokkur eisini savnaður, til dømis í Klaksvík, har allir 10. floks næmingarnir í Norðoyggjum ganga í Skúlanum á Ziskatrøð, næmingarnir úr Miðvági og Sandavági ganga í Skúlan á Giljanesi, í ár eru tey 20 í tali og í Fuglafirði, har næmingarnir úr Fuglafirði, Gøtu og Leirvík ganga. Tað eru tó fleiri skúlar, sum hava ógvuliga fáar næmingar í 10. flokki, til dømis Sørvágs skúli, sum hevur 7 næmingar, og Vestmanna skúla, sum hevur 9 næmingar í 10. flokki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder