2021-08-16 18:39

Grindin ið legði beinini tíðliga seinnapartin í Leynum taldi 38 hval, upplýsir Kári Thorsteinsson sýslumaður fyri okkum á jn.fo.
Býtt verður í rakstrar- og drápspartar, og verða partarnir um eitt skinn í part. Grindin taldi 279 skinn.
117 fólk vóru á sandinum. 22 bátar vóru við í rakstrinum, og teir fáa 94 partar tilsamans.
Seðlarnir koma út millum kl. 21-22 í Kvívík í kvøld. Tá ið sýslumaðurin veit nærri hvat klokkan teir koma út, verður tað lagt út her á jn.fo.
Dagført kl 20:18: Seðlarnir koma út klokkan 21.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald