2015-04-09 16:44
Hagstovan skrivar:
1. februar var fólkatalið 48.693, og tað eru 495 fleiri enn um somu tíð í fjør. Tað kemur av, at í 12-mánaðar skeiðinum 1. feb. 2014 ??? 31. jan. 2015 var eitt burðaravlop á 214 og ein nettoflyting til Føroya á 281 fólk.
Býtt eftir høvuðsøkjum er nærum allur vøksturin í Tórshavnarøkinum og í Eysturoy.
Býtt eftir kommunum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar kommunu við 258 fólkum. Í øðrum stórum kommunum vaks fólkatalið við 84 í Runavíkar kommunu og 61 í Eystur kommunu. Hinvegin minkaði Klaksvíkar kommuna við 4 fólkum og Tvøroyrar kommuna við 23.
Í hagtalsgrunninum eru íbúgvatølini dagførd og útgreinað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald