2016-06-22 23:28
07Vestur skrivar:
Tað sigur nakað um dygdirnar, tá mann megnar at vinna tá mann ikki spælir væl, og tað gjørdu vit í toppdystinum í Gundadali í kvøld. Mál okkara vóru av 1. klassa, fyrst Sigtór við beinleiðis frísparki og so Torstein við skallara.
Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Høgni E. Nielsen, Sigtór A. Petersen, Emil Mikkelsen, Torstein Mýlingstind; Petur G. Dalbø, Gunleif Magnusarson; Tóki á Lofti (Solomon), Jákup Sveinbjørn Olsen (Jóannis), Holgar Durhuus; Søren Nielsen.
Eyka: Solomon Kwao, Jóannis á Steig, Fríði S. Joensen, Rói Hansen, Silas Eyðsteinsson.
Lið okkara var broytt nakað, av tí at Martin hevði karantenu eftir fýra gul. Emil kom inn fyri hann og fór í miðverjuna, og so Gunleif niðan á miðjuna.
Vit byrjaðu sera væl og spældu okkum beinanvegin ígjøgnum. Holgar legði flatt inn fyri, men, hóast fleiri tóku túrin inn í brotsteigin, rakk eingin fram.
Løtu seinni løgdu vit okkum fram um, vit einum sera góðum máli. Kanska higartil ársins besta. Vit fingu fríspark einar 20 metrar úti, nakað til høgru. Fleiri stóðu hjá bóltinum, men, kanska óvantað, varð tað Sigtór, sum smekkaði til. Og væl var skotið: bólturin skrúvaði um múrin og sat klistraður uppi við samankomingina. 1-0 til okkum.
Rættiligt lív kom í mongu vitjandi áskoðararnar, og rópt bleiv óført á Sigtór, tá vit seinni fingu fríspørk í góðum støðum.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki mistu vit eisini sindur stýringina á dystinum. Nógvar villur blivu gjørdar á turra vøllinum, og spælið hekk ikki saman.
Men so lyftu vit støðið aftur eina løtu, og skoraðu enn eitt mál, sum eisini skuldi vísa seg at gerðast avgerðandi: Holgar tók langt innkast í høgru síðu, inni í brotsteiginum fekk Tóki bóltin undir kontrol og legði út til Petur, sum snaraði eina flotta avlevering til handaru stong, har Torstein teimaði renningina perfekt og setti pannuna undir til 2-0.
Vit fingu ein stóran møguleika afturat, áðrenn dómarin bríkslaði fyri hálvleiki. Innlegg kom úr høgru, og Holgar fekk hegnisliga tikið hann niður ímillum tveir verjuleikarar og skeyt, men beint á málverjan.
Leikliga vóru vit omaná frá byrjan av 2. hálvleiki, men eftir einar 15 minuttir lækkaði kvaliteturin aftur, og restina av dystinum hendi ikki nakað av týðningi. Heimaliðið hevði lítið og einki at bjóða uppá heldur.
Móti endanum hendi tó tað, sum ikki skal koma fyri. Vertirnir komu í eitt skjótálop, og inni í brotsteiginum halda vit okkum eiga fríspark. Hóast eingin floytar, steðga vit upp og so kunnu teir taka bóltin av okkum og seta hann í málið úr 5 metrum, aftanfyri selda málverja okkara. ??fyrigeviligt.
Brádliga hómaðu Giza Hoyvík eina vón, og í yvirtíðini var nær við, at teir bjargaðu eina stiginum, men tíbetur fór skotið langt uppum.
Tað mest umráðandi eru tey 3 stigini, serliga tá hugsa verður um, at vit til tíðir ikki spældu væl. Nú 15 umfør eru farin hava vit so lagt okkum 14 stig framum Giza Hoyvík, og eru 13 framman fyri FC Suðuroy á 3. plássi.
Leygardagin verður longu dystur aftur, tá vit fáa vitjan av Víkingi.
15. umfar:
15 | 04-06-2016 | HB II | NSÍ II | 6-2 |
15 | 22-06-2016 | Víkingur II | B71 | 7-0 |
15 | 22-06-2016 | FC Suðuroy | KÍ II | 1-0 |
15 | 22-06-2016 | Giza Hoyvík | 07 Vestur | 1-2 |
15 | 22-06-2016 | EB/Streymur | AB II | 4-0 |
Støðan: 1. deild menn 2016
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | EB/Streymur | 15 | 13 | 2 | 0 | 54-10 | 41 |
2 | 07 Vestur | 15 | 12 | 2 | 1 | 49-17 | 38 |
3 | FC Suðuroy | 14 | 8 | 1 | 5 | 32-20 | 25 |
4 | Giza Hoyvík | 15 | 8 | 0 | 7 | 32-25 | 24 |
5 | NSÍ II | 15 | 8 | 0 | 7 | 33-41 | 24 |
6 | KÍ II | 15 | 7 | 0 | 8 | 27-28 | 21 |
7 | HB II | 15 | 5 | 1 | 9 | 33-41 | 16 |
8 | Víkingur II | 15 | 5 | 1 | 9 | 23-32 | 16 |
9 | B71 | 14 | 1 | 3 | 10 | 16-51 | 6 |
10 | AB II | 15 | 1 | 2 | 12 | 10-44 | 5 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald