Ítróttur

1. deild: EB/Streymur - 07 Vestur 1-6

...

2014-10-05 01:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 07vestur skrivar:

07 Vestur endaðu kappingarárið 2014 á rættiliga sannførandi hátt, við 6-1 sigrið við Margáir. Torstein og Gunleif skutu tvey hvør meðan Sjúrður O. og Høgni skoraðu hini bæði.


Byrjunaruppstillingin: Petur Meinhard Magnussen; Sjúrður Olsen, Petur G. Dalbø, Sølvi Egilsson, Jóanis á Steig; Gunleif Olsen (L), Høgni E. Nielsen; Hanus Nielsen, Torstein Mýlingstind, Ásmund Hansen; Sigtór Petersen.

Eyka: Silas Eyðsteinsson, Rói Hansen, Fríði S. Joensen, Hørður Egilsson.

Tað var í besta fótbóltsveðrið at síðsta umfar í 1. deild 2014 skuldi leikast. Uppstillingin var stórtsæð hin sama sum móti KÍ, bert Jákup Jákup Sveinbjørn var ikki við, orsaka av námsferð. Á bonkinum var tó øðrvísi: umframt eykamálveran Silas, sótu tríggir potentiellir debutantar.

Tað gingu bara fáir minuttir, so høvdu vit dystin undir kontroll. Fyrsta málið kom í 18. minutti, og tað var liðskiparin Gunleif Olsen, sum setti hol á. 1-0.

Hóast sannførandi úrslitið, gekk nærum øll restin av fyrra hálvleiki áðrenn næsta málið kom. Tað var í 40. minutti, har Sigtór breyt ígjøgnum inn í brotsteigin í okkara høgru. Hann serveraði bóltin fyri føturnar á Høgna, sum ótarnaður kundi plasserað bóltin í netið. Hetta var samstundis eisini hansara fyrsta og einasta mál í ár. 2-0.

Fimm minuttir seinni øktu vit aftur. Tað málið fekk undanfarni servitørurin, Sigtór. Og so bríkslaðir dómarin, Petur Reinert, av. 3-0.

Bert fáar minuttir inn í annan hálvleik skoraði Gunleif aftur. Horna bleiv skotið út til Sjúrður Olsen, sum úr góðari støðu skeyt bóltin inn í brotsteigin. Ein av okkara var fyrstur á bóltinum, men hálvforkølaða skotið endaði við at raka Gunleif og trilla inn um mállinjuna innanfyri snýtta málverjan. 4-0.

Við sínum tveimum málum higartil, hevði liðskiparin lagt seg upp á liðina á toppskoraranum, Torstein, nú báðir við 10 málum.

Eftir hetta gjørdi venjarin tríggjar útskiftingar, fyrst kom Silas inn fyri Petur Meinhard, og síðan komu tveir fylgjandi debutantar til sín frumdyst. Fyrstur kom Fríði S. Joensen úr Miðvági og síðan Rói Hansen úr Kvívík, báðir 17 ár.

Vit fingu tvey mál afturat. Tað fyrra eftir vakurt álop, sum endaði við at Torstein kundi leggja bóltin perfekt á pannuna hjá Sjúrði Olsen, og tað seinna, síðsta í dag og avgerðandi fyri toppskorarastríðið, fekk Torstein sjálvur - ironiskt nokk serverað av konkurrentinum Gunleif.

Í yvirtíðini fingu vertirnir eitt troystimál og so bríkslaði Petur Reinert av, fyri okkara viðkomandi fyri síðstu ferð í ár.

Sum úrslitið í Vági lagaði seg, er eisini staðfest at vit leika í 1. deild aftur í 2015.

Tá er málið uppflyting!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder