Ítróttur

1. deild: B68 - 07 Vestur 2-2

...

2015-06-14 22:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07 Vestur skrivar:

07 Vestur fóru til hálvleiks við eittmáls-leiðslu, men miðskeiðis í 2. hálvleiki koppaði alt á høvdið. Vit fingu tó at enda 1 stig við til hús, eftir mál í 96. minutti. Torstein Mýlingstind og Emil Mikkelsen skoraðu okkara mál.

Liðið:Silas Eyðsteinsson; Sigtór A. Petersen (Jóannis), Emil Mikkelsen, Ásmund Hansen, Petur G. Dalbø; Gunleif Olsen (L) (Sølvi), Jovan Radinovic-Panic; Torstein Mýlingstind (Hanus), Holgar Durhuus, Høgni E. Nielsen; Mikey Minutillo.
Eyka:Sølvi Egilsson, Hanus Nielsen, Jóannis á Steig, Rói Hansen.

Aftur í dag vóru nakrar broytingar á liðiðnum. Silas Eyðsteinsson fekk sín fyrsta dyst í málinum í ár, nú Kristian Joensen hevði leikbann. Emil Mikkelsen og Petur G. Dalbø vóru aftur eftir leikbann, og tí vóru bæði Hanus Nielsen og Sølvi Egilsson á bonkinum frá byrjan.

Fyrri hálvleikur í dag, varð soleiðis, sum vit so ofta hava sæð tað í ár. Vit vassaðu í møguleikum, men brennivargar eru nokk av, so tað bleiv bert til tað eina málið: Ein lang sending kom fram í vinstru síðu. Torstein tók ímóti og trekti inn móti brotsteiginum, haðani hann, móti vindinum, legði bóltin upp í handara hornið til 1-0 til okkum.

Seinni hálvleikur, hinvegin, varð alt annað enn góður fyri okkara viðkomandi. Tað endaði eisini við, at heimaliðið fekk tvey mál inna ein minutt og tað er næstan óskiljandi, at teir ikki fingu fleiri.

Tað sá eisini út til, at vit fyri aðru ferð hesa vikuna skuldu tað longu leiðina heim við tapið í viðførinum, men tað skuldi ikki vera. Dómarin legði 4 minuttir afturat, men av tí at heimaliðið drálaði alt teir vóru mentir fyri at hála sigurin í hús, legði dómarin uppaftur longri tíð afturat. Og í 96. minutti fingu vit javnað. Holgar smekkaði eitt innlegg innfyri, og har kom Emil stórleypandi og knallaði bóltin í kassan. 2-2.

Sum annar hálvleikur hevði verið, kennist eina stigið næstan sum ein sigur. Tað ger eisini, at vit halda B68 6 stig aftanfyri okkum, nú tað nærkast summarstegðinum.

Næsti dystur verður leygardagin 20. juni, tá vit, á heimavølli, taka móti AB.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder