Ítróttur

1. deild: 07 Vestur - NSÍ 3-2

...

2016-07-28 01:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07Vestur skrivar:

3 umráðandi og hart tilkempað stig blivu tað til í spennani topp-uppgerðini á Dungasandi í dag. Hattrickið frá toppskjúttanum, Søren Nielsen, gjørdust nóg mikið, hóast tað leikaði hart á.

Byrjanaruppstillingin:Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig (Sigtór, 82.), Gunleif Magnusarson (Solomon, 59.), Sølvi Egilsson, Torstein Mýlingstind; Petur G. Dalbø, Martin Tausen; Tóki á Lofti, Janus S. Samuelsen, Holgar Durhuus; Søren Nielsen.

Eyka:Silas Eyðsteinsson, Sigtór A. Petersen, Uni F. Nielsen, Hørður Egilsson, Solomon Kwao

Líkindini vóru av teimum bestu í dag. Hóast tað fór at regna móti endanum, varð annars turt og lítt, men yvirskíggjað. Sum dysturin leið, vórðu eisini fleiri og fleir áskoðarar, ið gjørdust vitni til sera spennandi, og til tíðir væl leiktan dyst.

Okkara leikarar vóru fullkomiliga omaná heilt frá byrjan. Vit vóru klárir og tendraðir og tað gingu bert fá sekund, so fingu vit fyrsta heilt stóra møguleikan. Jóannis legði innfyri og fann Tóka í góðari støðu. Tíverri valdi Tóki at temja bóltin heldur enn at seta hann í netið úr stuttari fjarstøðu. Temjingin bleiv ov vánalig og verjan fekk støðuna undir kontroll.

Tá tríggir minuttir vóru farnir, bragdaði tó. Men akkurát hvat tað varð, sum hendi, er eitt sindur ringt at greiða frá, tí eingin sá tað ordiliga. Í øllum førum kom innlegg úr høgru síðu og rakti Søren í høvdi. Vitandi ella óvitandi beindi hann bóltin í netið og so var 1-0.

Góðar 10 minuttir seinni var Søren aftur framvið. Og hesa ferð varð avgjørt einki tilvildarligt við málinum. Vit vunnu bóltin av NSÍ aftarliga á egnari hálvu. 17 ára gamli Janus Samuelsen, sum spældi sín fyrsta dyst fyri vaksnu liðini hjá 07 Vestur, fekk bóltin og trekti frameftir við fullari ferð, framvið ein, tveir og tríggjar, og legði so eina presisa avlevering út á høgra vong til Tóka. Tóki hevði gott pláss og góða tíð til at finna Søren, sum kom við handaru stong og skuldi bert seta innaru síðu á. Skjótt og vakurt mál. 2-0.

Tá fyrri hálvleikur var hálvan tíma gamal, fullførdi Søren sítt hattrick. Vit fingu horna og Tóki varð settur at skjóta. Í fyrstu atløgu fekk verjan skallað burtur, men bert út aftur til Tóka. Hann royndi eina ferð enn við innleggi, og hesa ferð lá tað perfekt á pannuni á Søren, sum ósvitaliga tryggur setti bóltin í netið til 3-0.

Áðrenn hálvleik høvdu vit tveir stórar møguleikar afturat. Fyrst ein dupultur, fyrst Holgar so Søren, men verjan fekk rudda vekk. Síðan eftir at Janus hevði smoygt sær undan tveimum verjuleikarum og aftur til baklinjuna og lagt út móti broytsteigarmarkinum til Martin, men ein NSÍ-ari fekk tveitt seg fyri skotið í síðstu løtu.

Frá byrjan í 2. hálvleiki vóru vit sum hamskiftir, og NSÍ'ararnir høvdu nokk eisini fingið nøkur borgarlig orð frá venjara sínum. Í øllum førum blivu vit trýstir og megnaðu ikki at mynda spælið á sama hátt sum áður.

Vit høvdu tó nøkunlunda kontroll og undantikið einum hornasparkið vóru gestirnir ikki serliga farligir. Har afturímóti fingu vit ein risa møguleika, tá Søren fekk ein góðan bólt úti til høgru og legði flatt innfyri, men eingin av okkara trimum monnum í fimm-metrinum rakk og so fór bólturin bara framvið øllum.

Tá umleið 15 minuttir vóru farnir hendi helst tað, sum gjørdi at dysturin koppaði enn meira til fyrimuns fyri útiliðið. Teir kontraðu skjótt úti í okkara vinstru síðu. Gunleif kom út fyri at verja fyri, men var óheppin og lá eftirá. Hann lá drúgva tí áðrenn hann bleiv borðin av vøllinum og bleiv seinni heintaður av sjúkrabili og koyrdur til Havnar (sum skilst var støðan undir kontroll beinanvegin og seinni um kvøldið er hann komin fyri seg).

Vit skiftu út, Solomon fyri Gunleif, so Martin fór í miðverjuna og Solomon kom mitt á miðjuna. Hvørt tað var hvøkkurin av skaðanum ella órógv útskiftingini og umrokkeringini er ilt at siga, men spæl okkara gjørdist lítið samanhangandi eftir hetta.

Og bert einar 5 minuttir seinni skoraðu gestirnir sítt fyrsta, eftir innlegg og skot av brotsteigarmarkinum. 3-1.

Hóast spæl okkara ikki hekk væl saman, kempaðu vit tað dýrasta vit vóru mentir. Gestirnir vóru omaná, men vit royndu okkum við skjótum mótálopum, og spælið bylgjaði aftur og fram við stórari ferð og høgum intensitetið. Taklingarnar sótu hart og leikarar vóru til tíðir nakað heitir.

10 minuttir fyri leiklok minkaðu gestirnir aftur um munin og so varð veruligur spenningur í. Vit gjørdu skjótt av fyri at fáa meira rutinu í verjuna, Sigtór kom inn fyri Jóannis.

Hóast gestirnir høvdu fingið vónina um javnleik og bardust fyri hesum av øllum alvi, vóru vit tó tættari við at økja. Bæði Holgar, við lobbara uppum, og Janus við beinleiðis frísparki, vóru nær við, men so varð ikki meira, og dómarin, sum veruliga hevði fingið sína søk fyri í dag, bríkslaði av fyri einum sera spennandi og undirhaldandi dysti.

Tað gjørdist heldur ikki verri av, at báðir hinir dystirnir í kvøld, Giza Hoyvík móti EB/Streymi og Víkingur móti FC Suðuroy, endaðu við javnleikum, ávíkavist 2-2 og 1-1.

Næsti dystur okkara verður leygardagin í næstu viku, tann 6. august, tá vit fáa vitjan av AB.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder