Ítróttur

1. deild: 07 Vestur - NSÍ 1-0 - myndir

...

2015-04-02 02:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri 1. ferð í 1. deild í ár hildu vit málið reint, og vunnu ein sannførandi sigur, hóast bert eina málið, á NSÍ í kvøld. Eisini fingu vit høvið at síggja nýggja leikaran, Mikey Minutillo, fyri fyrstu ferð.


Liðið:Kristian Joensen; Sigtór A. Petersen, Emil Mikkelsen, Ásmund Hansen, Petur G. Dalbø; Gunleif Olsen (L) (Jákup F., 67.), Sjúrður Ellefsen; Torstein Mýlingstind, Sølvi Egilsson (Mikey, 55.), Jákup Sveinbjørn Olsen; Holgar Durhuus.
Eyka:Hørður H. Johansen, Magni Selfoss, Jóannis á Steig, Jákup F. Hansen, Mikey Minutillo.

Hóast veðrið líkasum hótti við at oyðileggja fyri leikarar og áskoðarar, varð stórtsæð væl og virðiliga spælandi allan dystin, hóast nakað av vindi.

Vit byrjaðu dystin væl, ágangandi og við stórari orku. Gestirnir høvdu valt at standa sera høgt, og móti vindinum lá væl fyri at prika bóltin afturum bakkarnar hjá teimum, til Jákup Sveinbjørn og Torstein at jakstra.

Tað vóru allíkavæl NSÍ, sum fingu fyrsta stóra møguleikan. Vit mistu bóltin aftarlaga, og gestirnir vóru heilt nær við at útnytta mistakið, men Kristian bjargaði.

Bert løtu seinni fingu vit okkara fyrsta stóra møguleika. Jákup Sveinbjørn fekk bóltin í góðari støðu og fann rúm nær baklinjuni, har hann legði eitt sera gott innlegg til Holgar, ið var staddur mitt fyri. Verjuleikarin fekk tó forstýra so mikið, at skotið fór uppum.

Soleiðis skuldi tó ikki vera løtu seinni. Enn ein bóltur var spældur upp í okkara høgru síðu, men allir, bæði okkara og teirra, væntaðu at verja teirra lættliga skuldi fáa stýr uppá støðuna. Bert ein sá støðuna øðrvísi, okkara ótroyttiliga kvívíkingur, Torstein, kom stormandi tvørturum úr sínum plássu vinstrumegin og varð eisini fyrstur á bóltinum. Komin móti baklinjuni sendi hann eitt gott innlegg, sum smeyg sær beint uppum Jákup Sveinbjørn yvir til Holgar. Holgar fekk bóltin niður og út til vinstru framvið einum verjuleikara og sendi hann ísakalt yvir til handaru stong. 1-0.

Eftir málið høvdu vit tamarhald á støðuni. Vit royndu enn at finna pláss á kantunum aftanfyri høgu verjulinjuna hjá NSÍ. Okkara royndu eisini at standa høgt, og, tískil, varð ofta trong á miðjuni og nógv mistøk vóru hjá báðum pørtum.

Síðstu minuttirnar fyri hálvleik høvdu vit veruliga trýst á gestunum. Tað eyðnaðits tó ikki at økja um leiðsluna, nærmast varð Torstein, sum ikki fekk ordiliga ferð á eitt innlegg úr høgru. Tað var aftur Jákup Sveinbjørn, sum legði innleggið. Jákup Sveinbjørn spældi ein sera góðan dyst í dag. fleiri ferðir varð hann vandamikil við innleggum og góðu temjingarnar vóru ein fragd at síggja.

Vit fóru til hálvleiks vitandi um, at her fóru at vera enn fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Og soleiðis skuldi eisini verða.

Fystu 10 minuttirnar af øðrum hálvleiki kundu vit lættliga haft skorað fleiri mál. Bæði Torstein, Holgar, Sølvi og Sjúrður høvdu stórar møguleikar, tann hjá Sjúrði rakti tvørtræðið!

Í 55. minutti var so tíðin komin til debut hjá amerikanaranum, Mikey Minutillo, sum kom inn fyri Sølva sum fremsti maður mitt á miðjuni.

Tað tók eina løtu áðrenn Mikey ordiliga kom í gongd, og hesa løtuna høvdu gestirnir tað vandamiklastu royndina, hóast hon uppstóð heldur tilvildarliga. Eftir eitt innlegg og trunkaspæl í okkara brotsteigi, endaði eitt miseydna neyðspark fyri føturnar á einum ódekkaðum NSÍ'ara. Hann smekkaði bara til og skotið mundi snýtt Kristian í málinum. Kristian fekk bert stýrt skotinum uppá tvørtræðið, har hann so sprakk niður í ryggin á málverjanum. Tíbetur fór hann síðan út av baklinjuni uttanfyri stongina.

Har frá og so tað mesta, ið var eftir av dystinum, skolaðu álopini oman móti NSÍ-málinum. Serliga var tað Mikey, sum var við í uppbyggingini og, fleiri ferðir, varð tað eisini hann, sum avsluttaði. Okkara fremstu leikarar, stuðlaðir av yvirlappum frá Sigtóri og fleiri øðrum, fingu í fleiri førum panikkin at breiða seg í verjuni hjá NSÍ.

Tíverri fingu vit ikki bóltin í netið, hóast bæði Sigtór, Jákup Sveinbjørn, Holgar, Torstein og Mikey komu í góðar støður.

Dysturin endaði sostatt 1-0, men vit mugu staðfesta, at vit hava nógv gott at síggja fram til. Og tað fyrsta vit síggja fram til er longu mánadagin, tá vit spæla í steypakappingini móti AB á heimavølli, tað skrivar 07Vestur á heimasíðu síni.

??rslitini frá 4. umfari:

4
31-03-2015
Skála
KÍ II
4-2
4
01-04-2015 kl. 18:00
B68
MB
2-0
4
01-04-2015 kl. 18:00
Víkingur II
B36 II
1-1
4
01-04-2015 kl. 18:00
07 Vestur
NSÍ II
1-0
4
01-04-2015 kl. 18:00
AB II
B71
0-0

1. deild menn 2015

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
Skála
4
4
0
0
15-5
12
2
B68
4
3
1
0
9-1
10
3
07 Vestur
4
3
0
1
13-6
9
4
B71
4
2
2
0
9-4
8
5
AB II
4
2
1
1
6-6
7
6
Víkingur II
4
1
2
1
6-5
5
7
KÍ II
4
1
0
3
8-14
3
8
B36 II
4
0
2
2
2-11
2
9
NSÍ II
4
0
0
4
3-10
0
10
MB
4
0
0
4
2-11
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder