2015-06-28 06:52
07Vestur skrivar:
Grannauppgerðin móti MB gjørdist ongantíð spennandi, einasta undarliga við úrslitinum var, at sigurin ikki varð nógv størri. Gunleif, Mikey, Torstein og Holgar skoraðu okkara mál.
Liðið:Kristian Joensen; Sigtór A. Petersen (Høgni, 35.), Emil Mikkelsen, Ásmund Hansen (Jákup F., 55.), Torstein Mýlingstind; Jovan Radinovic-Panic, Petur G. Dalbø, Gunleif Olsen (L) (Sjúrður, 77.), Jákup Sveinbjørn Olsen; Holgar Durhuus, Mikey Minutillo.
Eyka:Jákup F. Hansen, Høgni E. Nielsen, Jóannis á Steig, Sjúrður Ellefsen, Rói Hansen.
07 Vestur stillaðu upp til dystin í dag, við sama liðið frá byrjan, í nýggju 4-4-2 uppstillingini, við diamantinum á miðjuni.
Vit høvdu fyrsta skotið á mál eftir bert fá sekund. MB settu dystin í gongd og vit vunnu bóltin umgangandi. Jovan rann nakrar metrar beint fram eftir miðjuni og legði bóltin uppum verjuna til Holgar, sum tó skeyt uppum, úr spískum.
MB vóru ágangandi fyrstu løtuna. Gestirnir royndu at standa høgt og brúktu stóra orku fyri at bróta spæl okkara niður. Tíverri gekk tað útyvir Sigtór, sum var óheppin at fáa ein snudd.
Tá vit høvdu spælt góðar 10 minuttir fingu vit spælið undir kontroll, og eftir tað gekk spælið bert tann eina vegin restina av dystinum.
Vit høvdu eisini upplop til stórar møguleikar, men enn vóru MB-ararnir frískir og kempaðu hart rundanum og inni í brotsteiginum. Okkara leikarar komu nógv framvið, bæði av bakkunum og miðvøllinum stuðlaðu teir einum vælleikandi Jákup Sveinbjørn Olsen, og áloyparunum báðum.
Umleið eitt korter var farið, tá MB høvdu flutt liðið nakað upp. Vit spældu uppum verjuna og Holgar fór stormandi móti málinum. Hann bleiv heintaður aftur og fekk fríspark, einar 20 metrar úti, eitt vet til vinstru.
Hetta lá perfekt til liðskiparan, Gunleif Olsen, sum sendi skotið hart úti við handaru stong, og so vóru vit á odda 1-0.
Eftir hetta høvdu vit aftur bóltin í netinum, men Jákup Sveinbjørn bleiv vinkaður offside. Umframt tað høvdu bæði Gunleif og Petur roynt seg við langskotið, men ikki bar til.
Tá hálvur tími gott og væl var runnin, máttu vit gera fyrstu útskiftingina. Sigtór var so mikið darvaður av skaða, at hann mátti út, og inn kom Høgni Egilstoft Nielsen. Torstein Mýlingstind fór so á vinstra bakk og Høgni á høgra.
Fram móti hálvleiki royndu vit við innleggum úr báðum síðum, umframt við fleiri hornaspørkum. Størsta møguleikan fekk Holgar Durhuus, men hann bleiv taklaður tá hann skuldi skjóta góða innleggi frá Torsteini, og málverjin fekk bóltin vekk.
Vit byrjaðu annan hálvleik við fleiri góðum møguleikum og tað sást, at leikarar okkara vóru uppsettir uppá at avgerða dystin tíðliga.
Mikey fekk fyrsta møguleikan, men, einsamallur frammanfyri málinum, sparkaði hann uppum. Jákup Sveinbjørn fekk tann næsta, men beint á málverjan.
MB fingu einar tveir møguleikar í øðrum hálvleiki. Fyrsti kom hesa løtuna, men frísparkið langt úti frá var veikt og beint á Kristian Joensen í málinum.
Tá 10 minuttir vóru farnir, fingu vit endiliga Jákup F. Hansen á vøllin aftur, eftir langa skaðafráveru. Hann kom inn í miðverjuna við síðuna av Emil Mikkelsen, ístaðin fyri Ásmund Hansen.
Vit hildu á í somu øði. Fyrst Gunleif við vinstrabeinslangskotið eftir avlevering úr høgru frá Jákup Sveinbjørn, sum hevði snýtt einar tríggjar MB-arar, og síðan Mikey Minutillo, sum næstan fekk fatur á returinum eftir at Jákup Sveinbjørn hevði roynt seg við langskotið, sum málverjin ikki fekk hildi.
Eisini Mikey skuldi havt skorað, tá Holgar sendi eitt flatt innlegg innfyri, sum Jovan Radinovic-Panic hoppaði uppum. Mikey stóð púra blankur 8 metrar úti, men, ótrúligt nokk, fór skotið framvið.
Mikey gjørdi tað tó gott aftur løtu seinni. Holgar kastaði langt inn frá høgru. Bólturin fór framvið øllum, og so kundi Mikey seta bóltin í tóma netið. MB royndu at mótmæla og ákærdu okkara leikarar fyri at hava hildi onkrum burtur, so bólturin slapp ótarnaður framvið, men dómarin sá einki. 2-0.
Vit hildu á at pressa hartsperdu gestirnar. Jákup Sveinbjørn fyrstur við langskotið. Síðan nøkur horna, har Jákup F. at enda fekk krúllin (og tað er ikki bara) undir, men beint framvið handaru stong.
Høgni vildi eisini gjarna spæla við. brádliga tekur hann bóltin framvið øllum, inn úr vinstru síðu og inn í brotsteigin, haðan hann smekkar til, men beint í búkin á einum verjuleikara.
Hesa løtuna høvdu vit lagt um til meira vanligt 4-3-3, við Torstein á vinstra kanti og Holgar á høgra. Mikey var fremstur, ella í veruleikanum allastaðni og Jákup Sveinbjørn fremstur á miðjuni.
Mikey var rættiliga ágangandi um allan vøllin, og hann vann okkum eisini brotspark. Høgni slepti honum bóltin inni í brotsteiginum, har hann, vinstrumegin, trekti framvið einum verjuleikara, aftur móti brotsteiginum og bleiv feldur.
Holgar skuldi skjóta, men málverjin gitti rætt og tók góða skotið sera hegnisliga.
Bæði Mikey og Torstein høvdu møguleikar eftir hetta. Fyrst Mikey eftir horna, men uppum. Síðan Torstein, sum rann djúpt og fekk avlevering frá Høgna, men hann fekk ikki veruligt skot á, og málverjin helt.
Gunleif var triðji leikarin, ið fór av vøllinum. Hetta var helst fyri at spara hann, nú dystur longu er aftur týsdagin. Sjúrður Ellefsen kom inn á miðjuna í hansara stað.
Løtu seinni øktu vit so aftur: Mikey fekk bóltin inni í brotsteiginum. Hann fór framvið einum og legði bóltin tvørturum til Torstein, sum hamraði bóltin í meskarnar til 3-0.
Seinastu løtuna, nú dysturin heilt víst var avgjørdur, dalaði tempoið nógv. Vit spældu rundanum gestirnar, sum ikki megnaðu at fáa fót á bóltin, og tóktust enntá at verða nøgdir við støðuna.
Í yvirtíðini fingu vit tó enn eitt mál, og tað var eisini eins vakurt sum tað var einfalt. Sjúrður fekk bóltin mitt á miðjuni. Hann legði bóltin uppá tvørs fyri føturnar á Torsteini, sum tamdi bóltin og smekkaði eitt innlegg í pannuna á Holgari, sum kom stormandi inn móti fremru stong. 4-0.
Løtu seinni bríkslaði dómarin, Bent Tommy Linklett, dystin av. Ein dyst, ið lættliga kundi enda við tvísiffraðum sigrið, um bert helvtin av møguleikunum fóru í málið aftanfyri sera dugnaliga málverjanum hjá MB.
Týsdagin er longu dystur aftur. Tá skulu vit til Sands at spæla móti B71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald