Ítróttur

1. deild: 07 Vestur - Giza/Hoyvík 3-0

...

2016-04-20 21:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07 Vestur heintaðu ein trivaligan sigur í hús í kvøld, undir truplum umstøðum. ??rslit aðrastaðni gjørdu eisini sítt til, at lagið í 07 Vestur-leguni, hetta mikukvøldið, er av tí allar besta. Gunleif gjørdist hattricks-hetja, við øllum trimum málunum.

Byrjanaruppstillingin:Ivan Stojkovic; Jóanis á Steig, Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Torstein Mýlingstind; Petur G. Dalbø, Martin Tausen; Jákup Sveinbjørn, Holgar Durhuus (Hørður), Solomon Kwao (Høgni); Gunleif Magnusarson (Rói).

Eyka: Høgni E. Nielsen, Rói Hansen, Fríði S. Joensen, Hanus Nielsen, Hørður Johansen.

Veðrið gjørdi sítt til, at dysturin í kvøld ikki gjørdist tað stóra fótbótsupplivilsi. 3 mál og einki ímóti, og so sjálvandi tey 3 stigini, gjørdu tó at upplvingin smakkaði so sera, sera væl.

Hegga og Jens Erik høvdu avgjørt at liðið skuldi verða júst tað sama sum leygardagin móti B71. Tað gingu tó ikki nógvir minuttir, so vóru venjararnir tvingaðir til ein broyting. Gestirnir løgdu eina rættiliga harða linju beinanvegin, og tað kostaði, tá Solomon mátti berast út við knæskaða. Vit vóna sjálvsagt, at hann verður skjótt klárur aftur. Høgni kom inn í hansara stað.

Gestirnir høvdu undanvind í fyrra hálvleiki, men teir megnaðu ikki at útnytta hetta, og vit fingu ikki serliga nógv fatur á spælinum. Tá vit so royndu okkum við álopum, var kvaliteturin ikki til staðar.

Miðskeiðis fingu vit allíkavæl ein sera stóran møguleika. Innlegg kom úr høgru, gestirnir ruddaðu vekk í hinari síðuni, men har fangaði Jákup bóltin. Innleggið varð uppá millimeturin, men Gunleif skallaði beint framvið. Men tað skuldi bara verða ein forsmakkur uppá hansara eginleikar sum (sera) falskur 9'ari.

Fyrsta mál hansara fyri kvøldið kom tá einir 5 minuttir vóru eftir. Holgar og Torstein spældu nakrar avleveringar í høgru síðu, og brádliga breyt Torstein ígjøgnum. Hann kom aftur móti baklinjuni og legði flatt innfyri. Gunleif stóð á plettinum og stýrdi bóltinum dygst við stongina.

Í yvirtíðini fingu gestirnir sín einasta veruliga møguleika allan dystin. Teir fingu horna, og í forvirringinum í brotsteiginum bjargaði og misti Ivan bóltin tvær ferðir áðrenn vit endiliga fingu bóltin út til innkast.

Í 2. hálvleiki hækkaðu vit kvalitetin og fingu eisini úrtøku í form av tveimum málum, umframt eisini onkrar møguleikar afturat.

Umleið 20 minuttir inn í 2. hálvleik kom 2-0 málið, og tað varð eisini avgjørt vakrasta málið í dag. Holgar gjørdi til at kasta langt, men legði ístaðin aftur til Jóannis. Jóannis spældi aftur til Holgar, sum legði eitt einastandandi gott innlegg aftur til handaru stong. Har kom dagsins hetja við einum flúgvandi skallara, 2-0.

Løtu seinni fullførdi tvørámaðurn hattrick-ið. Troyttu gestirnir megnaðu ikki at fylgja við, tá Holgar og Gunleif nærmast høvdu skotvenjing við gamla liðfelaga sínum, nú málverja hjá Giza/Hoyvík. Endin varð, at Gunleif fekk hamrað bóltin í meskarnar uppá triðju ella fjórðu roynd. 3-0.

Hetta gjørdist eisini endaliga støðan og vit kunnu fara glað til songar við 3-0 og fullum potti.

Sunnudagin skulu vit til Margáir at spæla í kappingini um Løgmanssteypið, tað skrivar 07Vestur.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder