2016-04-16 18:38
Í 2. deild vann 07Vestur stórsigur móti teimum næstbestu hjá Skála. 4-0 bleiv tað til í fyrsta sigrinum í ár, nú 3. umfar var á skránni. Hanus Nielsen og Hørður Johansen skutu hvør síni tvey mál.
Liðið: Silas Eyðsteinsson; Hørður Egilsson, Niels Mouritsen, Emil Mikkelsen (Tórður, 63.), Uni F. Nielsen; Hanus Nielsen, Per Heinason, Sjúrður Ellefsen (Sjúrður, 48.), Teitur Olsen (Poul, 88.); Bjarni Dalsgaard, Hørður Johansen.
Eyka: Poul Poulsen, Sjúrður Niclasen, Tórður á Presttrøðni.
Bert eitt mál kom í fyrra hálvleiki á Valloyruni, og tað var Hanus, ið legði okkum á odda tá hálvur tími var farin. Hendan støðan helt sær til bert tíggju minuttir vóru eftir, tá Hanus aftur skoraði og økti um leiðsluna.
Hesa somu løtuna sá ein av gestunum reytt, og seinastu tíggju minuttirnar leiktu Skála sostatt við 10 monnum. Tað útnyttaðu vit eisini til fulnar, tí tver teir síðstu minuttirnar skoraði Hørður tvey mál, so endaliga støðan gjørdist heili 4-0.
Við hesum fyrsta sigrinum í ár, lyfti liðið seg uppum KÍ og Skála og úr niðurflytingarvanda. Leygardagin um tvær vikur, 30. apríl, spæla vit aftur. Tá eru tað TB, ið koma á vitjan, tað skrivar 07Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald