2016-04-16 18:48
Tað gjørdist stríðsmaðurin á miðjuni, ið fór avstað við heiðrinum móti B71. Martin Tausen hevur víst seg at verða ein fongur síðan hann flutti vestur, og í dag varð hann avgerandi fyri at vit hálaðu stigini í hús.
Martin hevur verið ein av bestu leikarunum hvønn dyst, síðan hann flutti úr TB og til 07 Vestur. Hann er sera sterkur í duel-spælinum mitt á miðjuni, og eisini í luftini, serliga í verjustøðu. Umframt hetta hevur hann sera gott eyga fyri spælinum og bindur soleiðis lið okkara saman, soleiðis skrivar 07Vestur.
Í dag er hann so kosin Dagsins Besti fyri fyrstu ferð.
5. umfar:
5 | 16-04-2016 kl. 15:00 | Víkingur II | KÍ II | 3-2 |
5 | 16-04-2016 kl. 15:30 | B71 | 07 Vestur | 0-1 |
5 | 16-04-2016 kl. 12:30 | Giza/Hoyvík | FC Suðuroy | 3-2 |
5 | 16-04-2016 kl. 15:00 | HB II | AB II | 4-1 |
5 | 16-04-2016 kl. 16:00 | EB/Streymur | NSÍ II | 3-0 |
1. deild menn 2016
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | EB/Streymur | 5 | 5 | 0 | 0 | 21-4 | 15 |
2 | 07 Vestur | 5 | 4 | 1 | 0 | 12-4 | 13 |
3 | FC Suðuroy | 5 | 3 | 1 | 1 | 14-9 | 10 |
4 | Giza/Hoyvík | 5 | 3 | 0 | 2 | 12-9 | 9 |
5 | NSÍ II | 5 | 3 | 0 | 2 | 11-9 | 9 |
6 | KÍ II | 5 | 2 | 0 | 3 | 9-10 | 6 |
7 | HB II | 5 | 1 | 0 | 4 | 10-16 | 3 |
8 | AB II | 5 | 1 | 0 | 4 | 7-14 | 3 |
9 | Víkingur II | 5 | 1 | 0 | 4 | 4-14 | 3 |
10 | B71 | 5 | 1 | 0 | 4 | 4-15 | 3 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald