2017-01-03 16:31
Fyrr í dag kom svenski miðverjuleikari okkara, Petter Bjørlund, til landið. Petter flytir til 07 Vestur úr Ljungskile, sum spælir í Superettan. 27-ára gamli sviin kemur upprunaliga frá IFK Gøteborg.
Skjóti og sterki verjuleikarin, sum er uppvaksin í IFK Gøteborg, kemur at styrkja væl um verjuna, nú torførar uppgávur í EFFO-deildini vænta liðið okkara. Petter er helst eisini síðsti brikkurin í puslispælinum, hóast tíð enn er, um venjarin ynskir onkran leikara afturat.
Petter møtir hópinum á leikarafundi í kvøld. Eftir fundin, á leið kl. 19, fara leikararnir á vøllin í Sandavági til fyrstu uttandura venjingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald