Ítróttur

07Vestur: Old girls farnar í gongd

...

2015-04-26 00:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð luttekur 07 Vestur í Old Girls-kappingini. Eitt lið er tilmeldað til tær fyrstu 6 kappingar, sum júst eru komnar út. 4 verða áðrenn summarsteðgin og 2 aftaná summarsteðgin.


Tað er sera umráðandi fyri 07 Vestur at trivnaður og stuttleiki er í hásæti og áhugi hevur eisini verðið áður, men nú er tað so vorðið verðuleiki. Vit vænta sjálvsagt, at nógvar kvinnur taka undir við hesum.

Tað er Johnhild á Løgmansbø, ið stendur á odda fyri Old Girls, og, við hesum tilboði, er møguleiki at brúka nakrar tímar um vikuna til rørslu og stuttleika saman við øðrum kvinnum.

Um onkur ynskir at frætta nærri um Old Girls, ber til at seta seg í samband við Johnhild ella Jákup Olaf, samskipara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder