2015-02-02 01:24
Fyri løtu síðan varð 8. aðalfundurin hjá 07 Vestur lokin. Nakrar broytingar vóru í nevndini, har tríggir nevndarlimir valdu ikki at taka við afturvalið. Stutt eftir fundin skipaði nevndin seg av nýggjum, og nýggjur formaður er Hendrik Olsen, Sørvágur.
Teir tríggir, sum ikki tóku við afturvalið vóru Heðin Jørgensen, sum hevur sitið síðan felagið bleiv stovnað, Jóhan á ??rg og Jarnhold Nattestad, sum hevur sitið sum formaður seinastu tvey árini.
Nýggir limir í nevndini eru Sigtór Petersen, búsitandi í Miðvági, og Ebbe Kristin Thomsen, búsitandi í Sandavági.
Vegna serligar umstøður, noyddist triðið nýggi limurin at taka seg aftur eftir, at freistin at uppstilla varð farin. Aðalfundurin avgjørdi at loyva nevndini sjálvari at supplera við einum nevndarlimi.
Tillukku allir samlir og blíðan byrð!
Kelda: 07Vestur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald