Hanus Nielsen hevur í kvøld undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. 19-ára gamli sandavágsdrongurin hevur longu verði partur av 1. liðinum í næstan 3 kappingarár, og heldur sostatt fram.
Sum bert 16 ára gamal fekk Hanus sí fyrsta dyst á besta liðinum, tá hann kom inn í dysti móti HB í EFFO-deildini í 2013. Tilsamans eru tað so blivnir 28 dystir á besta liðinum. Serliga var tað í 2014, at Hanus fekk sítt gjøgnumbrot, og hæddarpunktið var í sera truplum útidysti í Vági, har eitt sera skaðadarvað lið hevði Hanusi at takka fyri óvantaða 4-2 sigurin, við hansara tveimum uppleggum og eina málið.
Í fjør gjørdist tað truplari hjá Hanusi at fáa pláss á liðinum, men hóast tað gjørdi hann um seg á 2. liðið, og var ein teimum, ið átti stóran leiklut í sannførandi gullmerkjunum í 3. deild.
Hjartaliga tillukku Hanus, og vit ynskja tað alt tað besta komandi kappingarár, tað skrivar 07Vestur á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald