2016-11-06 22:22
Val av fólki var møtt til eyka-aðalfundin, sum var hildin í dag, á sjálvum 9-ára føðingardegi felagsins. Tveir nýggir nevndarlimir vóru valdir, Jóhan á Mýrini og Ingi Joensen. Jim Sonni Guttesen heldur fram sum formaður.
Jim Sonni tók longu við sum formaður fyri tveimum vikum síðan, tá Hendrik Olsen legði frá sær, og verður so sitandi á tunga postinum komandi árið. Hinir tríggir nevndarlimirnir, John Weihe, nýggjur varaformaður, Jón Nordendal, kassameistari, og Egil Petersen halda fram.
Umframt nevndarval, vóru eisini nakrar broytingar gjørdar í viðtøkunum:
- Framyvir kunnu venjarar ikki verða knýttir at bæði vaksnamannadeildunum og teimum yngru í senn.
- Nevnd fær heimild at skipa arbeiði við nýggjum undirnevndum, t.d. at umsita húsið.
- Framyvir verður aðalfundur felagsins fluttur til, í seinasta lagið, 4 vikur eftir kappingarlok. Eyka-aðalfundur verður so, í seinasta lagið, 1. februar, har roknskapurin verður lagdur fram. Soleiðis fær nýggja nevndin lagt komandi árið til rættis frá grundini av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald