07 Vestur keypti fyri tíð síðan SÍ-húsið, sum stendur á Pálsoyruni í Sørvági fyri kr. 600.000,-
Nú verður húsið munandi út- og umbygd. ??tlanin var, at út- og umbyggingin skuldi verða liðug í mars, men orsakað av ringa veðrinum, sum hevur verið í vetur, verður arbeiðið ikki liðugt fyrrenn í summar.
Í 1. byggistigi verður niðara hæddin gjørd liðug, ímeðan ovara hæddin bert verður innilokað.
Í niðaru hæddini verður alt, sum fótbólturin krevur t.v.s. umklæðingsrúm, wc, goymslur o.a.. Í ovaru hæddini er ætlanin at hava ein stóran sal, har borðreiðast kann fyri eini 300 fólkum, og so sjálvandi køk o.a.
Tað er byggifyritøkan Dalsbø, sum hevur staðið fyri stoypiarbeiðinum, ímeðan byggifyritøkan hjá Jaspur Joensen ger timburarbeiðið.
Kostnaðurin av umbyggingini er mettur til kr. 2,4 mill., sum verður fíggjað við stuðli frá Sørvágs kommunu.
Støddir:
- Samlaða víddin, ið er ætlað til umklæðingarrúm hjá heima- og útiliðnum og dómarunum, WC og gongd er 140 fermetrar
- ??kið til almenn vesir, vesir til rørslutarnað og goymslu er uml. 45 fermetrar.
- Gamla SÍ húsið er uml. 160 fermetrar.
- Samlaða víddin á loftinum er uml. 200 fermetrar, ið ikki verður innrættað í 1. byggistigi
- 07Vestur umbyggir partar av gamla SÍ húsinum til skrivstovu og fitness- og uppihaldsrúm til leikararnar.
- Jákup á Stongum hevur teknað uppruna uppskotið
- 07Vestur hevur gjørt arbeiðstekningar og hevur byggileiðsluna.
- Vit nýta í størst møguligan mun lokalar arbeiðstakarar.
- Fyrsta byggistig verður eftir ætlan klárt at taka í nýtslu til Contryfestivalin í 2015
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald